Hondbóltur

Fýra føroysk gull til EM í inniróðri

Føroysku rógvarnir koma heim úr Prag við samalagt sjey heiðursmerkjum.

Hópurin í Prag fekk góð úrslit (Mynd: Róðsrarsamband Føroya)

Hópurin í Prag fekk góð úrslit (Mynd: Róðsrarsamband Føroya)

2020-01-11 18:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks føroyskir rógvarar hava luttikið í EM í inniróðri í kekkiska Prag í dag. Fýra teirra vunnu heiðirsmerki - tvey í part.

Sarita Kristina Hansen og Elsa Magnussen vunnu báðar gull í bólkinum Masters 30-39, og Elsa fekk silvur á 2.000 metrum, har Sarita vann gull. Dánjal Martin Hofgaard vann gull í sama aldursbólki hjá monnum, og hann Sarita fingu bæði silvur á 500 metrum. 

Í U23 bólkinum vann bert 18-ára gamli Brandur Kjølbro gull.

Bergur Robert Dam Jensen gjørdist akkurat ov stuttir til at fáa heiðursmerki. 


Úrslitini hjá føroysku rógvarunum:

Pláss Kl. Navn Teinur Bólkur Tíð
1 10.00 Dánjal Martin Hofgaard 2.000m Masters 30-39 LM 06.26.06
5 10.00 Bergur Robert Dam Jensen 2.000m Masters 30-39 LM 06.39.08
           
6 10.30 Rúni Joensen 2.000m Masters 60-64 M 07.45.01
           
2 10.45 Elsa Magnussen 2.000m Masters 30-39 W 07.12.00
           
1 10.45 Sarita Kristina Hansen 2.000m Masters 30-39 LW 07.28.09
           
13 12.00 Brandur Kjølbro 2.000m Under 23 Men, LM 06.14.08
           
1 16.30 Elsa Magnussen 500m Masters 30-39 W 01.36.05
9 16.30 Rúni Joensen 500m Masters 60+ M 01.41.02
           
1 16.40 Brandur Kjølbro 500m U23 Men 01.23.05
           
2 16.20 Dánjal Martin Hofgaard 500m Senior Open LM 01.25.04
4 16.20 Bergur Robert Dam Jensen 500m Senior Open LM 01.26.07
           
2 16.50 Sarita Kristina Hansen 500m Senior Open LW 01.41.05

Samlaðu úrslitini her 
Sí myndir av rógvarunum í eldinum á Facebooksíðuni hjá Róðrarsambandinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder