Annað

Fýra føroyskir seyðahundar til EM í Týsklandi

Tilsamans 109 hundar úr øllum Evropa kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019.

Frá vinstru: Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp

Frá vinstru: Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp

2019-08-21 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

EM kappingin fyri seyðahundar byrjar í morgin og er fram til sunnudagin, tá finalan verður. Tilsamans eru 109 seyðaghundar úr øllum Evropa fara at kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019. Kappingin verður í Norðurtýsklandi, nakað uttanfyri býin Wittbek.

Fýra hundar umboða Føroyar. Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge hjá Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen.

Umleið klokkan 9 í morgin skulu Køp og Páll kappast, og seinni út á dagin skulu Linn og Tummas inn á banan. Fríggjadagin, nakað áðrenn middag, skulu Midge og Anna Sofía í kapping, og seint leygardagin er túrurin komin til Glen og Tummas.

Í fjør vunnu Føroyar silvurheiðursmerki sum lið, so tað verður spennandin hvussu tað gongst í ár. Eisini eru tveir føroyskir hundar, sum hava kvalifiserað seg á danska landsliðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder