Fótbóltur

Fýra lond í Suðuramerika vilja hýsa HM 2030 saman

Heimsmeistararnir og teir upprunaligu HM-vertirnir eru saman um boðið við Kili og Paraguay. Tað varð alment lagt fram í Argenina í gjár - kapping er í øllum førum við Spania og Portugal.

Eitt er at Argentina er heimsmeistari, men tað sum suðuramerikanarar serliga selja boðið uppá er, at fyrsta HM-endaspælið var í Uruguay í 1930, og at fótbóltseldhugurin er so stórur í heimspartinum (Mynd: EPA)

Eitt er at Argentina er heimsmeistari, men tað sum suðuramerikanarar serliga selja boðið uppá er, at fyrsta HM-endaspælið var í Uruguay í 1930, og at fótbóltseldhugurin er so stórur í heimspartinum (Mynd: EPA)

2023-02-08 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við HM-endaspælið í Katar í desember í fjør, varð nógv tosað um, at Saudiarabia skjótt eisini fór at hýsa einum, og at 2030 var ein møguleiki.

Tó er einki slíkt alment boð lagt fram. Greitt varð tó seint í 2020, at Spania og Portugal fóru at leggja eitt felags boð, og júst tvey ár seinni varð kunngjørt, at krígsrakta Ukraina helst fór at koma við í "iberiska boðið" og møguliga hýsa nøkrum dystum í bólkaspælinum. Hetta er tó ikki staðfest enn.

Arbeitt hevur verið við øðrum boðum, og serliga Marokko hevur verið frammi. Marokko vildi gjarna verða við í boðinum hjá grannunum fyri norðan - Spania og Portugal - ella gera eitt norðurafrikanskt.

Tað hevur tó verið eitt suðuramerikanskt boð, ið arbeitt hevur verið uppá leingi, og í gjár Í varð eitt alment boð uppá vertskapin fyri HM-endaspælið í fótbólti hjá monnum 2030 lagt fram og lýst í Buenos Aires.

Longu í 2017 kunngjørdu Argentina og Uruguay, at tey ætlaðu at bjóða uppá HM 2030 saman, og seinni sama ár kom Paraguay við. Í 2019 varð Kili lagt afturat boðnum, men tað var á høvuðsstøðini hjá argentinska fótbóltssambandinum á gjár, at boðið endaliga alment varð lagt fram. Hetta skrivar Reuters.

Forsetin í suðuramerikansku fótbóltssamgonguni, Alejandro Dominguez, luttók saman við umboðunum frá øllum londunum. Sambært altjóða miðlum legði Dominguez dent á, at HM í 1930 ikki er sum onnur slík endaspøl, tí tað skal vera ein markan av, at tað eru júst 100 ár síðani, at tað fyrsta HM-endaspælið var. Hetta var hildið í Uruguay, ið vann finaluna á Argentina.

Forsetin í argentinska fótbóltssambandinum segði soleiðis:

- Sum heimsmeistarar koma vit við hesum boðinum, sum er dreymurin fyri allar suðuramerikanarar. Ikki bara á hundraðáradegnum fyri fyrstu útgávuna av HM, men orsakað av tí eldhuganum, sum vit hava fyri fótbólti, segði Claudio Tapia.

HM-verturin fyri 2030 verður kunngjørdur næsta ár. Neyðugt er við fleiri vertstjóðum, tí HM-endaspælið hjá monnum fer at vaksa við 16 luttakarum.

Í 2026 verður HM hildið í Norðuramerika: USA, Meksiko og Kanada eru vertir, tá heili 48 lond fyri fyrstu ferð eru til eitt HM-endaspæl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder