Fótbóltur

Fýra skulu við fyri fyrstu ferð

Hervør Hansdóttir Olsen, Tóra Mohr, Julia Helena Dal Henriksen og Emmu Hansdóttir eru ímillum tær 21, ið skulu umboða føroyska kvinnulandsliðið til Baltic Cup, sum verðurí Litava í juni.

Hervør Olsen er toppskjútti í Betrideildini. Hon hevur skorað heili 13 mál í átta dystum fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Hervør Olsen er toppskjútti í Betrideildini. Hon hevur skorað heili 13 mál í átta dystum fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-21 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. juni og 13. juni spæla føroysku kvinnurnar í Baltic Cup í Litava. Fyrri dysturin verður móti Estlandi - tann seinni verður móti Litava ella Lettland.

21 spælarar eru boðsendir til at umboða Føroyar til kappingina. Tað er fyrstu ferð, at landsliðsvenjarin Lene Terp hevur úttikið ein hóp til altjóða uppgávur.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivar, at hópurin til kappingina líkist nógv tí, sum var savnaður á venjingarlegu í apríl.

Merkisvert er, at fýra spælarar fyri fyrstu ferð eru úttiknar til dystir við A-landsliðnum. Talan er um Hervør Hansdóttir Olsen og Tóru Mohr úr KÍ, Juliu Helenu Dal Henriksen úr HB og Emmu Hansdóttir úr B36, sum allar áður hava umboðað Føroyar á ungdómslandsliðum.

KÍ hevur flest leikarar - seks. Fýra leikarar eru úr HB og fýra úr B36. Ein leikari spælir uttanlands, og tað er liðskiparin Ásla Johannesen.

Hópurin til Baltic Cup er hesin

Málverjar: 
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála

Útileikarar

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland
Jacoba Langgaard, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Emma Hansdóttir, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder