Fótbóltur

Fýra stórfavorittar seinnapartin

Víkingur og B36 skulu hava trý stig á heimavølli. HB og NSÍ eru á útivølli. Liðini ið seinastu árini hava verið í botn-fimm skulu royna at gera dagin heilt torføran fyri hini.

Víkingur var fyri vónbroti í 1. umfari á Argjum og skal hesaferð hava trý stig, tá Skála vitjar. AB skal royna at arga enn eitt av

Víkingur var fyri vónbroti í 1. umfari á Argjum og skal hesaferð hava trý stig, tá Skála vitjar. AB skal royna at arga enn eitt av "topp-fimm" liðunum. Vitjað verður í Gundadali hjá B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-17 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er eitt av teimum umførunum í Betrideildini: Har "botn-fimm" liðini spæla ímóti "topp-fimm" liðunum. Umfarið byrjaði í gjár, har KÍ við bit og slit vann í Trongisvági. Avgerandi málið í dystinum, ið serliga varð merktur av nógvum vindi, einum reyðum korti og tveimum brotsspørkum, kom í seinasta minutti í yvirtíðini.

Les eisini: Bjartalíð bjargaði KÍ trý stig - persónlig mistøk kostaðu hjá TB

[object Object]
Mynd: Bjartur Vest

Nógv hevur seinastu árini verið tosað um gjónna í føroyskum fótbólti millum tey stóru, sum hava fleiri pengar og sum fast standa seg betri, og tey smærru. Tey fimm "stóru", B36, HB, KÍ, NSÍ og Víkingur, eru seinastu fimm árini enda í ovaru hálvu á stigatalvuni. Í fjør var stigatalið hjá hesum fimm liðunum  í miðal 57,6, og millum Víking, nummar 5, og Skála, nummar 6 ið var væl við fyrsta lítla triðingin, var munurin 14 stig. Síðani vóru 16 stig niður til TB á sjeynda plássið. 

Á pappírinum bendir ikki nógv á, at munurin millum liðini í ovaru hálvu og tey í niðaru hálvu verður minni í ár. Skála hevur als ikki somu styrki í hópinum sum í fjør. ÍF, ið seinasta ár bert fekk seks stig, vann á Skála seinasta vikuskifti, og tykist at uttan iva vera styrknað. Spurningurin er hvussu nógv. Fuglfirðingar taka í dag ímóti HB, og tað er ein áhugaverd styrkisroynd.

[object Object]
Víkingur fekk bert eitt stig á Argjum í 1. umfari. Tì er longu trýst á víkingunum, sum í dag taka ímóti Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjør var sera sjálvdan, at liðini í botn-fimm tóku stig frá topp-fimm. B36 fekk millum annað fult ímóti teimum í niðaru hálvu. Í dag tekur B36, ið byrjaði kappingarárið sera væl við sigri í Klaksvík, ímóti AB. Argjamenn stóðu fyri mest óvæntaða úrslitinum í fyrsta umfari, tá eitt uppiborið stig kom til høldar, tá Víkingur vitjaði. AB skal í dag aftur royna at arga ein av "teimum stóru", meðan Víkingur skal reisa seg, tá Skála vitjar.

Les eisini: - Tað tekur tíð at byggja ein nýggjan spælistíl upp

Seinasti dystur í 2. umfari verður í Streymnesi, har EB/Streymur tekur ímóti NSÍ. Tað verður fyrsti heimadystur hjá EB/Streymi við Margáir síðani í oktober 2017 - liðið hevur seinastu tvey árini havt heimavøll á Eiði. Um so tað hevur verið við Margáir, í Hólmanum ella við Løkin, so hevur NSÍ sum oftast havt greiða yvirvág, tá liðini hava spælt seinastu fimm árini. Fyri næstan júst einum ári síðani vann NSÍ heili 8-1 á Eiði, og Klæmint Andrasson Olsen skoraði heili fimm ferðir. 

[object Object]
Tóki Johannesen hevði ein stóran møguleika at javna seint í dystinum í Gundadali í 1. umfari, men Teitur Matras Gestsson bjargaði. Pætur Petersen, fyrrverandi EB/Streyma leikarin misnýtti ein uppaftur størri møguleika. Í dag vitja hann og liðfelagirnir í Fuglafirði (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Seinasta vikuskifti vann NSÍ 3-1 á TB við Løkin. Hóast HB hevði fleiri stórar møguleikar at økja eftir eitt Adrian-frísparksmál, so hevði EB/Streymur tvær ferðir seinastu løtuna góðan møguleika at stjala eitt stig við úr Gundadali. Nú er spurningurin, um EB/Streymur kann arga NSÍ.

Les eisini: - Kendist sum ein persónligur sigur

Nú liðini ikki eru heilt í dystarvenjing, og harvið heilt skørp, er spurningurin, um ikki hetta er lagaliga stundin hjá botn-fimm at taka frá topp-fimm. Tó er eingin ivi: NSÍ, B36, Víkingur og HB eru stórfavorittar í dag.

Vit dagføra støðuna frá øllum dystunum á forsíðu okkara, har mál og málskjútti kemur inn skjótast gjørligt. Vit hava myndir frá øllum dystunum og videosamrøður úr Sarpugerði og við Margáir, og gera yvirlit yvir umfarið í kvøld.

2. umfar í Betrideildini: 

Í gjár

TB - KÍ 1-2 (0-1)
28' Jóannes Bjartalíð 0-1
78' Rógvi Joensen br. 1-1
90 (+6) Jóannes Bjartalíð 1-2

Reytt kort: Sebastian Kroner (seinna gula - 71') 

Eftir seinasta bríksl fekk Micheal Winther, høvuðsvenjari hjá TB, reytt kort fyri at brúka seg.

TB (5-2-1-2): Frederik Mehder – Jens Erik Bruun, Musah Armah, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Rógvi Joensen – Mads Raben (71' Einar Thorsteinsson), Samudeen Musah (83' Nikolei Johannesen)

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (83' Boris Dosljak), Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannesen  –  Ole Erik Midtskogen,  Páll Andrasson Klettskarð (83' Jonn Johannessen )

Les um dystin her
Myndir frá dystinum

Sunnudagin 17.05
15.00: 
B36 - AB
ÍF - HB
Víkingur - Skála (Rás 1)

17.00:
EB/Streymur - NSÍ

(Dystirnir kunnu síggjast hjá Televarpinum)

Støðan:

1. NSÍ (3 stig)
2. B36 (3 stig)
3. ÍF (3 stig)
4. HB (3 stig)
5. KÍ (3 stig) *
6. AB (1 stig)
7. Víkingur (1 stig)
8. EB/Streymur (0 stig)
9. Skála (0 stig)
10. TB (0 stig) *

*Ein dyst fleiri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder