Annað

Fyrsta ferðin at tour-sigurin fór til Kolumbia

Egan Bernal á Ineos-liðnum gjørdist tryggur vinnari av heimsins størstu súkklukapping, Tour de France.

Egan Bernal í gulum saman við liðfelaganum Geraint Thomas, sum gjørdist nummar tvey í kappingini (Mynd: EPA)

Egan Bernal í gulum saman við liðfelaganum Geraint Thomas, sum gjørdist nummar tvey í kappingini (Mynd: EPA)

2019-07-29 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð bert 22 ára gamli Egan Bernal úr Kolumbia heiðraður á Champs Elyssés í Paris sum vinnari av Tour de France 2019.

Í tríggjar vikur hava súkklararnir aftur í ár kappast kring Frakland. 3.480 kilometrar skuldu leggjast aftur um bak, og í kappingini í ár vórðu nógv met sett.

Sum 22 ár og 196 dagar gamal er Egan Bernal triðyngsti vinnari av Tour de France nakrantíð, og yngsti vinnari síðan 1909.

Hann er eisini fyrsti súkklari úr Kolumbia, sum hevur vunnið hesa kapping. Súkklarar frá hálendinum í Kolumbia hava annars klárað seg væl í júst hesi kappingini, men landsmenninir Fabio Parra, Nairo Quintana og Rigoberto Uran hava bert megnað at koma upp á annað pláss í kappingini.

Egan Bernal vann bæði gulu vinnaratroyggjuna og hvítu troyggjuna fyri tann súkklaran undir 25 ár, sum kláraði seg best í kappingini. Hetta var fyrsta ferð nakrantíð, at yngsti súkklari í kappingini vann kappingina. Annars er tað hent fyrr, at sami súkklari hevur vunnið bæði gult og hvítt – tað hendi við Andy Schleck í 2010, Alberto Contador í 2007, Jan Ullrich í 1997 og Laurent Fignon í 1983.

[object Object]
Julian Alaphilippe, varð valdur til mest stríðsfúsa súkklara í kappingini (Mynd: EPA)

Men tað var ikki fyrr enn á triðseinasta teini, at Egan Bernal kundi lata seg í gulu troyggjuna, sum besti súkklari.

Fraklendingurin Julian Alaphilippe súkklaði leingi í gulu troyggjuni, og í súkkluøra Fraklandi var stór vón sett til henda dugnaliga súkklaran í vón um, at ein fraklendingur endiliga skuldi vinna hesa kappingina aftur. Tað er annars ikki hent síðan 1985, tá Bernard Hinault vann sum higartil seinasti franski vinnari av Tour de France.

Men Alaphilippe megnaði ikki at fylgja við, tá trýst veruliga varð lagt á hann á teimum sera hørðu fjallateinunum í Alpunum í ár.

Í eini dramatiskari kapping fríggjadagin súklaði ungi kolumbianarin, sum lá á øðrum plássi frá Alaphilippe, og legði seg á fyrsta pláss. Hetta hendi ein dagin, har tað knappliga fór at regna av grimd í fronsku Alpunum, og tað førdi til, at ein skriða leyp á seinastu brekkuna, og kappingin mátti tí styttast.

Tað var óvæntað, at yngsti maður á liðnum slapp at súkkla avstað, tí talan er um sama lið, sum vinnarin í fjør, bretin Geraint Thomas súkklar við, nevniliga Team Ineos, sum til fyri fáum mánaðum síðani æt Team Sky, og sum hevur vunnið Tour de France sjey ferðir síðan 2012. Men Bernal vísti seg at vera sterkasti maður í brekkunum, og harvið slapp hann eisini at royna seg, og harvið gerast fyrsti kolumbiari, sum nakrantíð hevur vunnið Tour de France.

Team Ineos fekk tveir mans á sigurspallin, tí vinnarin frá í fjør, Geraint Thomas, gjørdist nummar tvey, meðan niðurlendski Steven Kruijssijk á Jumbo-Visma liðnum gjørdist nummar trý.

Peter Sagan vann grønu sprint-troyggjuna og Romain Bardet prikkutu fjallatroyggjuna.

[object Object]
Peter Sagan í grønum, Egan Bernal í gulum og Romain Bardet í prikkutum (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder