Annað

Fyri fyrstu ferð verður endastøðin ikki París

Tour de France hevur valt, at í 2024 verður seinasti teinurin súkklaður í Nice. Hetta kemst millum annað av Olympisku Leikunum, sum eru á skránni í París ta summarið.

Súkklararnir fara ikki at súkkla framvið sigursboganum í París, sum vanligt er (Mynd: EPA)

Súkklararnir fara ikki at súkkla framvið sigursboganum í París, sum vanligt er (Mynd: EPA)

2022-12-02 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tour de France og París. Tey hanga óloysiliga saman, og størsta súkklikappingin í heiminum endar oftast við, at súkklað verður eftir Champs-Élysées.

Hesin serstaki endin verður tó øðrvísi í juli 2024. Tour de France-fyriskipararnir boðaðu í gjár frá, at seinasti teinurin verður longur suðuri - í Nice - ístaðin. Talan verður um ein einkultstart.

- Eftir 110 útgávur, ið eru endaðar í París, ella í einum av forstaðunum sum eru nær við París, fer Tour de France fyri fyrstu ferð nakrantíð at enda langt frá París i 2024, tá málstrikan verður í Nice.

Olympisku leikirnir verða í París í 2024 og byrja 26. juli. Tour de France 2024 stendur til at enda 21. juli, og hóast tað eru nakrir dagar ímillum, so ávirka fyrireikingarnar til OL so mikið nógv, at Tour de France hevur valt at flyta sín endatein - hetta er í øllum førum ein av orsøkunum, skriva altjóða miðlar.

Tour de France byrjaði í 2020 í Nice. Tað er ikki greitt, hvar tað byrjar um 19 mánaðir, men væntað verður at tað fyri fyrstu ferð verður í Italia - í fjør byrjaði stóra kappingin í Danmark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder