Fótbóltur

Fyrimunur til AC Milan og Bayern

Feløgini við samanlagt 13 Champions League-heitum vunnu bæði 1-0 í gjárkvøldið. Fraklendingurin Kingsley Coman avgjørdi aftur móti PSG, ið spældi uttan Mbappé í fyrra hálvleiki.

Eins og í Champions League-finaluni millum liðini í 2020, vóru tað Bayern-spælararnir, ið kundu fegnast um eitt Coman-mál (Mynd: EPA)

Eins og í Champions League-finaluni millum liðini í 2020, vóru tað Bayern-spælararnir, ið kundu fegnast um eitt Coman-mál (Mynd: EPA)

2023-02-15 07:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í Champions League 2022/2023 vórðu spældar í gjárkvøldið. Í báðum kom bert eitt mál.

Bayern München var leikliga omaná størsta partin av dystinum í París. Ein smáskaddur Kylian Mbappé byrjaði á bonkinum, og heimaliðið hevði lítið at bjóða uppá í álopskenda spælinum, hóast Messi og Neymar vóru fremstu menn. PSG hevði einki skot í fyrra hálvleiki og hugsavnaði seg meira um at verja. Bayern hevði hinvegin fleri góðar støður.

Hol kom á stutt eftir steðgin. Innskifti kanadiski vinstri bakkurin Alphonso Davies legði innfyri, og við aftaru stong setti Kingsley Coman fótin á. Donnarumma megnaði onkursvegna ikki at halda bóltinum úti, og so gjørdist Coman aftur dystaravgerandi móti sínum gamla felagi. Tað gjørdi franski vongurin eisini í finaluni millum liðini í 2020.

Bayern hevði onkrar møguleikar til at økja, men PSG kom betri við, og lívligi Mbappé fekk eitt mál kolldømt, tí Nuno Mendes var rangstaddur áðrenn innleggi. PSG skal finna okkurt annað spæl fram í München um tríggjar vikur, um ikki enn eitt Champions League-ár skal enda við vónbroti.

[object Object]
Messi og liðfelagarnir royndu, men tað eydnaðist betri hjá Coman (Mynd: EPA)

[object Object]
Brahim Diaz fegnast um málið tíðliga í dystinum á San Siro (Mynd: EPA)

Í Milano kom einsamalla málið tíðliga í dystinum. Málverjin og liðformaðurin Hugo Lloris er skaddur, og ein tvífald bjarging frá Fraser Forster í 7. minutti var ikki nóg mikið, tí Brahim Diaz skoraði uppá seinna returbóltin.

Tottenahm manglaði eisini leikbannaða Pierre-Emilie Højbjerg og skadda Rodrigo Bentancur á miðvøllinum, og í álopspartinum kom lítið burturúr - sum heild vóru fáir upplagdir málmøguleikar í tætta dystinum. Tottenham skal harvið skora málini og venda uppgerðini á White Hart Line. AC Milan vann í sínum fyrsta Champions League konck-out dysti síðani 2014.

Í kvøld eru eisini tvær áttandapartsfinalur á skránni. Chelsea vitjar í Dortmund, og Club Brügge tekur ímóti Benfica.

Champions League áttandpartsfinalur
Í gjár, týsdagin 14.02

AC Milan - Tottenham 1-0 (1-0)
7' Brahim Diaz

PSG - Bayern München 0-1 (0-0)
53' Kingsley Coman 0-1


Í kvøld, mikudagin 15.02

Club Brügge - Benfica
Borussia Dortmund - Chelsea

Báðir dystirnir byrja klokkan 20 og kunnu millum annað síggjast á Viaplay


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder