Fótbóltur

Fyrra finaluliðið verður funnið í kvøld

Manchester City hevur eina 2-1 leiðslu frá fyrra dystinum og er á heimavølli í kvøld, so PSG hevur eina stóra uppgávu fyri framman.

2021-05-04 17:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør spældi PSG seg á fyrsta sinni í eina Champions League-finalu. Í ár hevur franska høvuðsstaðarfelagið, undir leiðslu av Mauricio Pochettino, koppað Barcelona og Bayern München í knock-out dystunum, men tað sær út til, at Manchester City fer at verða ein heldur stórur biti í hálvfinalunum. Í øllum førum vann liðið hjá Pep Guardiola 2-1 í París, og harvið skal nógv til, um enska felagið ikki fer at spæla seg í sína fyrstu Champions League-finalu.

Tað er torført at skora ímóti City, ið sum oftast er sera væl skipað við Ruben Dias og John Stones í miðverjuni. Nógv liggur á Neymar og Mbappé, ið eru teir mest vandamiklu hjá PSG, ið tó hevur nógvar dygdir, og sum í París skoraði sítt mál uppá deyðbólt. Í kvøld er neyðugt við í minsta lagi tveimum.

City hevur so gott sum tryggjað sær Premier League-heitið, og nú skal seinasta stigið takast í Champions League, ið felagið leingi hevur jagstrað. Heimaliðið er rímuliga tryggur favorittur at vinna dystin og greiður favorittur av vinna samanlagt. Tað kann tó gerast heilt spennandi - serliga um PSG skorar fyrsta málið. 

Seinnu Champions League-hálvfinalurnar
04.05
Manchester City (2) - PSG (1)

05.05
Chelsea (1) - Real Madrid (1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder