Leygardagin 27. januar verður fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn, boðar Føroya Fimleikasamband frá.
Í kappingini luttaka fýra feløg við 20 liðum og 140 íðkarum. Feløgini, ið eru umboðað í kappingini eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Í alt koma seks pinkulið at kappast, seks smágentulið, fýra gentulið, tvey unglingalið og tvey kvinnulið.
Kappingin byrjar klokkan 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Eingin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið klokkan 16. Dyrnar lata upp klokkan 12. Ynskja áskoðarar at skriva karakterirnar niður, verða teir biðnir um at taka penn við, skrivar Fimleikasambandið.
Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald