
Í dag er tann fyrri av FM-finaludøgunum í flogbólti í Stórhøllini á Hálsi:
Skráin seinnapartin:
13:30 SÍ – Fleyr, kvinnur
16:45 Fleyr – Mjølnir, menn
SÍ og Fleyr hava verið rímiliga greitt tey sterkastu liðini í Meistaradeildini hjá kvinnum í ár. Tað er ikki nógv, ið hevur skilt hesi liðini. Í fimmsettaranum í steypafinaluni var SÍ omaná, men seinasta innanhýsis dystin í landskappingini vann Fleyr 3-0 og kom harvið frammum sørvágskvinnur á stigatalvuni. Liðini koma helst at spæla tættar og inntensar finalur.
(Høllin á Hálsi til reiðar at hýsa finalunum - Mynd: FBF)
Mjølnir hevur ikki verið eins sannførandi eftir steypafinaluna, sum klaksvíkingar vunnu greitt á Fleyr, men vann tó sera greitt grundspælið í Meistaradeildini hjá monnum. Fleyr basti ÍF í kappingini um hitt finaluplássið og vann fyri kortum 3-0 sigur á Mjølni. Tað er tó sterka liðið úr Klaksvík, ið væntandi ferð avstað við FM-heitunum.
(Eins og í steypakappingini dystast Fleyr og Mjølnir um gullið í Høllini á Hálsi - Mynd: Jens Kr. Vang)
Seinnu finalurnar verða leiktar leygardagin. Um liðini vinna hvør sín dyst, verður alt avgjørt leygardagin við einum gullsetti, har leikt verður upp í 15.
Kringvarpið stroymir báðar finalurnar í dag á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald