
Spenningurin í landskappingunum í hondbólti økist, nú hálvfinalurnar nærkast, men áðrenn hetta hendir, skulu steypavinnararnir finnast.
Hendan vikan er "hálvfinaluvikan", og í morgin, mikudagin 15. februar, eru fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum á skránni.
H71 og Kyndil spældu í steypafinaluni í fjør og eru rímiliga greiðir favorittar í hálvfinalunum, men Neistin og Stjørnan skulu royna at bjóða av. Tey bæði hava heimavøll í morgin - seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar leygardagin.
H71 vann fyri einum ári síðani steypakappingina fyri triðju ferð á rað hjá monnum við stórsigri á Neistanum - Kyndil vann finaluna hjá kvinnum á H71 (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá monnum er lagt upp til uppafturmeira spenanndi hálvfinalur. H71 hevur vunnið steypakappingina seinastu trý árini, men skal spæla móti oddaliðnum í landskappingini, VÍF, í hálvfinalunum. Tann fyrra verður hóskvøldið.
Tað er lutfalsliga langt síðani, at KÍF ella StÍF hava verið í finaluni, so talan er um stórar dystir hjá hesum feløgunum - sunnudagin fellur avgerðin um, hvør røkkir mansfinaluni.
Niðanfyri sæst skráin fyri í annaðkvøld og hósdagin:
(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald