Fótbóltur

Fyrrverandi landsliðsleikari offur á hermótinum

Aleksei Bugayev, sum spældi sjey dystir fyri russiska fótbóltslandsliðið, doyði á vígvøllinum í Ukraina, 43 ára gamal.

Aleksei Bugayev á russiska landsliðnum í EM-undankapping í Portugal í 2004. Buagyev sæst standandi uttast til vinstru (Mynd: EPA)

Aleksei Bugayev á russiska landsliðnum í EM-undankapping í Portugal í 2004. Buagyev sæst standandi uttast til vinstru (Mynd: EPA)

2025-01-09 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Einaferð var hann ein evnaríkur fótbóltsspælari og var spáddur at hava eina bjarta framtíð innan fótbóltin. Nú er hann deyður – eitt av nógvum russiskum offrum í krígnum í Ukraina.

29. desember var 43 ára gamli Aleksei Bugayev ein av deyðu russisku hermonnunum á hermótinum í Ukraina.

Fyri 20 árum síðani varð hann mettur sum so frægur fótbóltsleikari, at hann var úttikin á russiska landsliðið í fótbólti.

Bugayev spældi fleiri dystir á russiskum ungdómslandsliðum og náddi at spæla sjey dystir við A-landsliðnum. Tað var í árunum 2004 og 2005.

 Men hansara sinnalag og lívsførsla hóskaði seg ikki til professionellan fótbólt. Eisini hevði Bugayev trupulleikar við rúsmisnýtslu, og um 30 ára aldur gavst hann við fótbóltinum.

Inn til hann gavst í 2010 náddi hann at spæla við so frægum russiskum fótbóltsliðum, sum Torpedo Moskva, Lokomotiv Moskva og FC Krasnodar.

Hann endaði eisini á skeivu síðuni av lógini, og í oktober í 2023 varð hann handtikin fyri at hava næstan 500 gramm av rúsevninum Mefedron uppi á sær í býnum Krasnodar. Í september í fjør játtaði hann seg sekan í handli við rúsevnum. Hann varð dømdur 9,5 ára fongsulsrevsing. Fyri at sleppa undan longu fongsulsrevsingini, søkti Bugayev ístaðin um at gera tænastu í russiska herinum, og var sendur á hermótið í Ukraina, har hann doyði 29. desember. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder