FM-finalurøðin hjá monnum fór í gongd sunnudagin, tá H71 basti KÍF í Hoyvík. Onnur finalan verður í Kollafirði í morgin, mikudagin 24. apríl, og triðja - og møguliga avgerandi - finalan í Burn-deildini er á skránni leygarkvøldið í Hoyvíkshøllini.
Tað verður kortini bara avgjørt hesa vikuna, um H71 vinnur hesar báðar finalurnar. Tað snýr seg um fyrst at koma upp í tríggjar finalusigrar (møguliga best av fímm) fyri at gerast føroyameistari.
Soleiðis er eisini hjá kvinnum. Leygardagin vunnu Kyndil og StÍF seg í finaluna, tá bæði gjørdu bart í hálvfinalu nummar tvey.
Kyndlakvinnur gjørdu bart móti VÍF og tevja nú meira gull (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað var meira sannførandi samanlagt hjá Kyndli móti VÍF, men fyri nøkrum vikum síðani høvdu fá væntað, at StÍF fór at vinna eina hálvfinalurøð á Neistanum 2-0 í dystum.
Hesa vikuna fyrireika liðini seg til eina spennandi viku við trimum finalum:
Fyrsta FM-finalan í SMS-deildini
Sunnudagin 28. apríl
17.00: Kyndil - StÍF
Onnur FM-finalan í SMS-deildini
Mikudagin 1. apríl
18.00: StÍF - Kyndil
Triðja FM-finalan í SMS-deildini
Leygardagin 4. mai
16.00: Kyndil - StÍF
Kyndil er í favorittleikutinum. Steypavinnararnir hava verið sannførandi í ár og fara nú eftir greipuni. Við Skálafjørðin er tó eitt huglag birt, ið minnir um tað, sum var fyri trimum árum síðani. Tá StÍF vann sítt fyrsta FM-heiti í kvinnuhondbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald