Føroyameistararnir tvey tey seinastu árini eru í einari øðrvísi útgávu, men H71 skal teir næstu dagarnar spæla fyri einum finaluplássi. Hoyvíkingar, ið hava ógvuliga ungan hóp, skulu í hálvfinalunum royna seg móti Kyndli.
Teir grønu úr høvuðsstaðnum hava fingið eina endurreisn í hesum kappingarárinum. Eftir nøkur sløk ár, vendu fleiri aftur til barndómsfelagið, meira hevur verið lagt fyri og danskir profilar gera eisini mun.
Liðini endaðu ávíkavist á 2. og 3. plássi í grundspælinum í Burnd-deildini. Innanhýsis dystirnir hava eisini verið tættir.
Í seinasta umfari í grundspælinum vann Kyndil við tveimum málum, tá liðini hittust á Hálsi. Í januar vann H71 við trimum málum í Hoyvík, og í oktober spældu liðini javnleik.
Harvið er lagt upp til ógvuliga spennandi hálvfinalur. Tann fyrsta er í kvøld, mikudagin 10. apríl, á Hálsi. Fyrsta bríksl er klokkan 19.30. Tað er best av trimum, so tað snýr seg um at fáa ein fyrimun beinanvegin.
Kyndil basti StÍF í tættari fjórðingsfinalu sunnudagin. VÍF og KÍF spæla í hinari hálvfinaluuppgerðini, har tann fyrsta er á skránni í annaðkvøld, hósdagin.
Les eisini: Kyndil og KÍF eru í hálvfinaluni
Til ber at stroyma dystin í kvøld á live.hsf.fo fyri eitt gjald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald