Sunnudagin vóru FM-finalur aftur á skránni í Trongisvági, og tá eydnaðist tað D12-liðnum hjá TB at vinna 2-0 móti sørvingunum.
Javnt var leingi í fyrsta setti, men eftir at SÍ legði seg á odda 9-7, kom stígur í, og TB vann settið 25-17.
TB fekk eina flúgvandi byrjan í øðrum setti og legði seg á odda 7-3, men brátt hevði SÍ bart seg upp aftur á 7-8. Men so gjørdi TB enn eitt skarvslop upp á 21-10, áðrenn gullið varð tryggjað við 25-17.
Hetta var helst fyrsta føroyameistaraheiti til TB síðani 2017, tá G16 vunnu, og tað fyrsta hjá dreingjum síðani 2014, tá TB vann í D12 og D14.
Umframt at TB a vann føroyameistaraheitið, vann TB b bronsu.
Bestu leikarar í finaluni vóru Lukas Poulsen hjá SÍ, og Ólavur Hammer, TB a.
Lukas Pulsen og Ólavur Hammer (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald