Í beint yvir 70 minuttir var Moldova á sigurskós. Men so vann Gunnar Vatnhamar bóltin á hálvuni hjá heimaliðnum, tað gekk skjótt hjá Brandi Hendrikssyni og Jóannes Bjartalíð, og so kom bólturin inn í brotsteigin til innskifta Meinhard Olsen, sum hevði flutt seg væl.
Ein temjing og so ein roynd sum endaði við, at bólturin umvegis fótin hjá einum verjuleikara silgdi í netið. Málið átti 23-ára gamli kantspælarin/áleyparin, sum í vetur skifti úr svenska GAIS til norska Bryne.
Meinhard í nærdysti í Moldova (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
Meinhard fegnast um málið...
...og hevur eisini nógv gott í væntu (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
Í Noreg er kappingin ikki farin í gongd enn orskaða av koronu, og tí hevur talan bert verið um venjingardystir higartil hjá Meinhardi Egilssyni Olsen í nýggja felagnum. Hann fekk á heystið í fjør nógva spælitíð undir nýggja toyminum. Kviki og kraftmikli leikarin við góða skotinum byrjaði inni í fimm dystum og legði upp til eitt mál í 2-0 sigrinum á Andorra á Tórsvølli.
Meinhard Olsen varð í gjár skiftur inn til sín A-landsdyst nummar níggju og hann tryggjaði Føroyum eitt stig við sínum fyrsta máli. Ein fjórðingur av teimum 1416, sum atkvøddu fyri dagsins leikara á Portalinum, valdu Meinhard, ið harvið vann.
Maðurin, ið skjótt fyllur 24 og er uppvaksin í NSÍ, men sum annars hevur spælt meira við B36 í Betrideildini, er skrásettur fyri fýra mál í 14 U21-landsdystum.
Tøl: FaroeSoccer
Sí eisini:
Stríddu seg til ein javnleik í fyrstu royndini
Myndir: Moldova - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald