Annað

Fyrsta steypakappingin í estetiskum fimleiki eydnaðist væl

Støkk vann hjá smágentunum, gentunum og kvinnunum, meðan Ljósið vann hjá pinkunum og kvinnuunglingunum.

Mynd: Haldur Suni Johansen

Mynd: Haldur Suni Johansen

2020-01-19 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var 1. steypakappingin í estetiskum fimleiki hildin í Høllini á Hálsi. 16 lið luttóku frá Fimleikafelagnum Ljósið, Fimleikafelagnum Støkk og Havnar Fimleikafelag.

Kappingin gekk væl og var í tveimum pørtum. Fyrst kappaðust pinkur og smágentur, og síðani gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

Ljósið vann hjá pinkunum og kvinnuunglingunum, og Støkk vann hjá smágentum, gentum og kvinnum.

Úrslitini gjørdist hesi:


Pinkur
nr.1 Ara, Ljósið samanlagt 12,88 stig
nr.2 Urða, Støkk samanlagt 12,62 stig
nr.3 Nora, HF samanlagt 12, 45 stig

[object Object]

Smágentur
nr.1 Svalan, Støkk samanlagt 14,95 stig
nr.2 Mira. HF samanlagt 14,88 stig
nr.3 Libra, Ljósið samanlagt 12,20 stig

[object Object]

Gentur
nr.1 Rósan, Støkk samanlagt 16,20 stig
nr.2 Bjalla, HF samanlagt 16,02 stig
nr. 3 Fenja HF samanlagt 15,42 stig
nr. 4. Vela, Ljósi samanlagt 14,88 stig

[object Object]

Kvinnuunglingar
nr.1 Lyra, Ljósið samanlagt 14,87 stig
nr.2 Freia, HF samanlagt 13,55 stig
nr.3 Flykran, Ljósið samanlagt 12,44 stig

[object Object]

Kvinnur
nr.1 Vípan, Støkk samanlagt 15,08 stig
nr. 2 Hulda, HF samanlagt 15,01 stig
nr.3 Hekla, HF samanlagt 13,36 stig

[object Object]

Næsta steypakappingin verður 21. mars í Bylgjuni í Runavík.

placeholder
placeholder