Fótbóltur

Fyrsti Champions League-sigurin hjá Óla Mittún

Óli Mittún var aftur á vøllinum við stórum leikluti.

(Mynd: EPA/GEORGI LICOVSKI)

(Mynd: EPA/GEORGI LICOVSKI)

2025-09-24 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsti Champions League sigurin hjá Óla Mittún var í kvøld, tá GOG vann 31-28 á útivølli í Norðurmakedonia móti HC Eurofarm Pelister.

Føroyska stórtalentið var aftur á vøllinum fyri GOG eftir, at hann bleiv skaddur fyri hálvari aðru viku síðan.

Tí var hugaligt við føroyskum eygum - donskum - at síggja hoyvíkingin spæla stórspæl ferð eftir ferð. Tað gjørdist til fýra mál, men í fleiri førum hevði hann næst og triðseinastu hond á bóltinum.

[object Object](Mynd: EPA/GEORGI LICOVSKI)

Støðan í steðginum var 14-14, men danir fingu eina góða byrjan uppá seinna hálvleik og komu fram um við fýra málum. Úrslitið gjørdist 31-28.

Umráðandi sigur hjá GOG, sum í síðstu viku tapti 36-31 móti ungarska Szeged. 

8. oktober skulu Óli Mittún og hinir í GOG aftur í Champions League-eldin, tá týska stórfelagið Madgeburg er á vitjan í Svendborg.

HC Eurofarm Pelister - GOG 28-31


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder