Fótbóltur

Fyrsti triðingurin leiktur: KÍ heldur fast við leiðsluna

Fimm stig eru framvegis millum KÍ og HB. B36 er í ongamannalandi og TB vann sítt annað stig í dag.

Klaksvíkingar kunnu fegnast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klaksvíkingar kunnu fegnast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-09 17:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá dystirnir í Betri deildini hjá monnum seinnapartin vórðu bríkslaðir av, varð punktum samstundis sett við fyrsta triðingin av kappingini.

Greitt er, at heili fimm stig er millum KÍ á fyrsta plássi og HB, sum á øðrum plássi roynir at elta FM-favorittarnar. Í botninum liggur TB við nú tveimum stigum eftir at hava skavað eitt stig saman móti EB/Streymi í dag.

Eitt nýtt B36-lið, sum byggir upp av nýggjum, tapti 4-0 móti KÍ í dag, og er í einum ongamannalandi á stigatalvuni við fimm stigum upp til NSÍ á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Evropa.

Hósdagin fer bólturin aftur á rull í Betri deildini hjá monnum, tá fult umfar er á skránni.

Úrslit 9. umfar

Víkingur-ÍF 5-1 (0-2)
20’ Andreas Lava Olsen 1-0
27’ Andreas Lava Olsen 2-0
54’ Gundur E. Petersen 2-1
56’ Ingi Jonhardsson 3-1
64’ Jákup Johanesen 4-1
83’ Sølvi Vatnhamar 5-1

HB-B68 1-0 (1-0)
1’ Sjálvmál

KÍ-B36 4-0 (0-0)
59’ Jonn Johannesen 1-0
60’ Páll A. Klettskarð 2-0
70’ Sjálvmál 3-0
90’ Jákup B. Andreasen 4-0

TB-EB/Streymur 1-1 (0-0)
75’ Hans Pauli Samuelsen 0-1
87' Sjálvmál 1-1

NSÍ - 07 Vestur (1-1) í gjár
2’ Klæmint A. Olsen 1-0
89’ Ragnar Weihe 1-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (25 stig)
2. HB (20 stig)
3. Víkingur (18 stig)
4. NSÍ (17 stig)
5. B36 (13 stig)
6. EB/Streymur (9 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (7 stig)
9. B68 (5 stig)
10. TB (2 stig)

10. umfar

TB-NSÍ (Hósdagin 13. mai)
EB/Streymur-HB (Hósdagin 13. mai)
07 Vestur (Hósdagin 13. mai)
ÍF-B36 (Hósdagin 13. mai)
B68-Víkingur (Hósdagin 13. mai)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder