Hondbóltur

Fyrstu dystirnir eru á skránni í november

EM-undankappingin endar í mai 2025 við heimadysti móti Ukraina. Í mars næsta ár spæla Føroyar tvær ferðir móti Niðurlondum - heimadysturin verður eftir ætlan við Tjarnir í Hoyvík.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-21 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag var lutakastið um bólkabýtið í undankappingini til EM 2026. Har gjørdist greitt, at Føroyar skulu dystast vð Niðurlond, Ukraina og Kosovo um EM-pláss

Bólkur 6 í undankappingini til EM-endaspælið 2026:
Niðurlond
Føroyar
Ukraina 
Kosovo

Tvey tey fremstu koma víðari til EM. Umframt hetta koma fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini víðari - átta bólkar eru.

[object Object]Allir bólkarnir

Les eisini: Føroyar fingu eitt gott lutakast

Eftir samskifti við HSF umboð er greitt, at hetta verður dystarskráin:

6. november: Føroyar - Kosovo
9/10. november: Ukraina - Føroyar (Á uttanveltaðum vølli - seinast hevði krígsherjaða landið heimavøll í Týsklandi)

12/13 mars 2025: Føroyar - Niðurlond (Eftir ætlan Við Tjarnir)
15./16. mars 2025: Niðurlond - Føroyar

7/8 mai 2025: Kosovo - Føroyar
11 mai 2025: Føroyar - Ukraina

Bert fyrsti og seinastu dystirnir liggja fastir enn. Í hinum førunum eru tvær dagfestingar settar á fyri fyrst.

Lykladystir eru beinanvegin, og í mars næsta ár spæla Føroyar tveir dystir móti hægst styrkismetta landinum í bólkinum. Okkara taka ímóti Niðurlondum 12. ella 13. mars, og verður hetta helst við Tjarnir í Hoyvík. Eftir ætlan verður nýggja høllin liðug áðrenn tað - tó ikki áðrenn dystin móti Kosovo.

Endað verður á heimavølli móti Ukraina, og kann hendan uppgerðin aftur gerast avgerandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder