Leygardagin vann Stjørnan fjórðingsfinalu á VÍF í Klaksvík, og í gjár gjørdist talan um stórsigur til heimaliðið, tá StÍF vitjaði Neistan í Høllini á Hálsi. Harvið gjørdist greitt, at Stjørnan og Neistin skulu spæla FM-hálvfinalur móti ávíkavist H71 og Kyndli.
Les eisini:
Neistin vann stórt á STíF í fjórðingsfinaluni
Stjørnan sigraði í fjórðingsfinaluni
Myndir: Stjørnan - VÍF
Í gjárkvøldið varð skráin fyri hálvfinalurnar kunngjørd á hsf.fo. Fyrstu hálvfinalurnar vera mikudagin.
(Skíggjamynd: Hondbóltssamband Føroya)
H71 er samanlagt stórfavorittur móti Stjørnuni, men síðst liðini hittust, var bert eitt mál á muni. Heimavøllurin mikukvøldið kann gera mun hjá Stjørnuni, umframt serførleikarnir í álopi og verju hjá liðnum. Leygardagin gjørdu Sonja Sirdal á Bergi og serliga Tóra Eliasen stóran skaða á VÍF, og serliga miðverjan var eisini stinn.
Sí samrøður frá leygardagin:
Tóra Eliasen: - Orkan og skjótleikin hjá okkum gjørdu munin
Ingi Olsen: - Verjan hjá okkum verður hálað sundur
Toppgóðskan og samlaða góðskan á H71-liðnum er tó ógvuliga høg, og málið í Hoyvík er greipan. Nógvir møguleikar eru í krútsterku bakketuni, tær á vonginum standa fyri nógvum málum, og verjan er eisini krútsterk.
H71 og Kyndil hittust í steypafinaluni. Um Kyndil eisini skal koma í FM-finalurnar, skal Neistin basast. Tætt var millum liðini í grundspælinum. Kyndil hevur málskjúttar sum Turið Arge Samuelsen og Nadju Pejovic og Jovanu Strajanac í málinum, og Neistin hevur eitt spenanndi ungt lið við Mariu Pálsdóttir Nólsoy á odda. Marjun Falkvard Danberg kemur eisini við royndum og góðsku.
FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19.04 (1)
18.30: Stjørnan - H71
20.00: Neistin - Kyndil
Leygardagin 22.04 (2)
18.00: H71 - Stjørnan
Sunnudagin 23.04 (2)
15.00: Kyndil - Neistin
Um neyðugt er við hálvfinalu 3, so verða tær/verður tann spæld í næstu viku. Liðið sum vinnur tvær hálvfinalur spælir seg í FM-finaluna.
Fótbóltur
Fyrstu hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar mikukvøldið
Tá tekur Stjørnan ímóti H71, og grannauppgerð er á skránni í høllini á Hálsi. Finaluliðini kunnu koma uppá pláss í vikuskiftinum.
H71 vann grundspælið, og Kyndil gjørdist nummar tvey. Harvið sluppu hesu liðini undan at spæla fjórðingsfinalur, men nú skulu tey stríðast móti ávíkavist Stjørnuni og Neistan um finalupláss (Mynd: Sverri Egholm)
2023-04-17 16:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald