Hondbóltur

Fyrstu hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar í morgin

VÍF tekur ímóti Neistanum, og hoyvíkingar vitja í Kollafirði - fyrstu hálvfinalur í niðara endaspælinum verða eisini leiktar. Kvinnurnar fara í gongd við hálvfinalurnar leygardagin.

VÍF, ið endaði nummar eitt í grundspælinum, skal dystast við Neistan um at koma í finalurnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF, ið endaði nummar eitt í grundspælinum, skal dystast við Neistan um at koma í finalurnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-30 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingarnar í hondbólti fara nú inn í avgerandi tíðarskeiðið, og í morgin leggja menninir til brots við hálvfinalunum - bæði í ovara og niðara endaspælið.

Av tí at Neistin tapti í Klaksvík sunnudagin í í seiansta umfarinum í grundspælinum, samstundis sum kollfirðingar vunnu í Vestmanna, skulu VÍF og Neistin, nummar eitt og fýra, hittast. Tað merkir samstundis, at í hinari hálvfinaluni spæla KÍF og H71.

Fyrstu hálvfinalurnar - menn
Mikudagin 31.03

Ovara endaspæl - hálvfinala 1
18.00: VÍF - Neistin
20.00: KÍF - H71

Hálvfinala verður í Hoyvík leygarkvøldið, og 2. páskakvøld vitjar VÍF í Høllini á Hálsi. Um neyðugt verður við at spæla tríggjar hálvfinalur - um liðini vinna hvør sín dyst - so verður hálvfinala 3 mikukvøldið 7. apríl. Farið verður undir at spæla finalur sunnudagin 11. apríl.

[object Object]
Neistin skal royna at koppa VÍF - KÍF skal takast við hoyvíkingar (Mynd: Sverri Egholm)

Niðara endaspæl - hálvfinala 1
20.00: Team Klaksvík – H71 2
            Kyndil – StÍF

Spælt verður aftur leygarkvøldið og um neyðugt verða triðju hálvfinalurnar mikukvøldið 7. mars. Finalan verður leygardagin 10. apríl.

Hjá kvinnum spæla Kyndil og H71 í morgin um at enda nummar eitt í grundspælinum. Liðið, ið ger tað, skal spæla imóti StÍF leygardagin, aftur týsdagin 6. apríl og møguliga hósdagin 8. apríl. Um H71 ikki megnar at vinna í morgin, ella um tað endar við javnleiki, verður hin hálvfinalan ein endurtøka av steypafinaluni, tí greitt er, at Neistin fer at enda á triðja plássið.

Skráin fyri niðara endaspælið í SMS-deildini er løgd: 

Leygardagin 3. apríl
Hálvfinala 1 kl. 13.00 Stjørnan – VB
Hálvfinala 1 kl. 13.00 VÍF – H71 2

Mánadagin 5. apríl
Hálvfinala 2 kl. 15.00 VB – Stjørnan
Hálvfinala 2 kl. 16.00 H71 2 – VÍF

Hósdagin 8. apríl
Møgulig hálvfinala 3 kl. 19.00 VB – Stjørnan
Møgulig hálvfinala 3 kl. 19.00 VÍF – H71 2

Leygardagin 10. apríl
bronsudystur
finala niðari bólkur

Skráin fyri endaspælið sæst á hsf.fo - tó eru hálvfinalurnar í ovara endaspæli hjá kvinnum ikki komnar uppá enn 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder