Annað

Gakk ella renn fyri heilsuna í Klaksvík

Skipað verður fyri serligari heilsurenning undir Summarfestivalinum.

2019-08-08 10:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin skipar Treysti saman við Føroya Bjór fyri rørslutiltakinum ”Gakk ella renn fyri heilsuna 2019”.

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis, og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen og Eileen Matras frá Treystinum siga: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Hetta tiltakið, saman við Føroya Bjór, er nú vorðin ein fastur táttur á Summarfestivalum, og verður afturvendandi komandi árini.”

Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder