Nevza-kappingin, U17 gentur: Noreg – Føroyar 2-3 (25-21, 25-20, 20-25, 22-25, 7-15)
Runnu leingi aftaná
Føroysku genturnar høvdu tað alt annað enn lætt fyrst í dystinum. Tær máttu kempa seg upp, og komu upp á liðina av Noregi nakrar ferðir, men vunnu seg ikki framum. Og eisini í 3. setti vóru genturnar undir stórum trýsti og komu langt afturum, og tað sá svart út. Men miðskeiðis í settinum var javnt, og so hugdu okkara gentur ikki afturum seg aftur. Til stuttleika kann nevnast, at síðstu løtuna í 3. setti, tá ið alt koppaði føroyska vegin, átti SÍ allar leikararnar á vøllinum. SÍ vann á Noregi.
Sterkt liðavrik
Føroysku genturnar kempaðu sera væl í hesum dystinum. Tær vístu framúr stríðsvilja, og tá ið dysturin koppaði føroyska vegin, tóktust okkara gentur hava leikliga yvirtakið og bara vuksu og vuksu. Servurnar gjørdust skarpari, og genturnar tordu í avgerandi løtum. Til seinast var talan um greiðan sigur, tí síðsta settið endaði 15-7 til Føroyar.
Talan var um liðavrik, men skulu tvær takast fram, eru tað Eva Gunn Niclasen og Malan Maria í Haraldstovu Weihe. Tær eru rættiliga komnar fyri seg, og tað er gott fyri Føroyar.
Mikudagin kl. 18.00 spæla føroysku U17 genturnar hálvfinalu. Sum bólkavinnarar sleppa tær beint í hálvfinaluna. Hálvfinalan verður at síggja her: http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-a?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald