Tað gjørdist ikki heilt dramatiskt í hálvfinalunum í PDC World Darts Championship, har spælt verður best av ellivu settum.
Stephen Bunting (Ongland) - Gerwyn Price (Wales) 4-6
Dave Chisnall (Ongland) - Gary Anderson (Skotland) 3-6
Stephen Bunting var óvæntað komin í hálvfinaluna, men hóast onglendingurin kom á odda 4-3 í settum móti Price, so var favoritturin úr Wales bara sterkari. Fyrrverandi rugby-leikarin var styrkismettur sum nummar trý áðrenn kappingina, og hann spældi seg í finaluna við at vinna trý sett á rað. Gerwyn Price hevði 100.92 í miðal og rakti 15 180'arar. Bæði vóru fýra fleiri enn mótstøðuleikarin.
Gary Anderson var styrkismettur nummar 13 undan kappingini (Mynd: EPA)
Í seinnu hálvfinaluni brustu "Chizzy" og Gary Anderson saman. Onglendingurin vann nýggjársdag heili 5-0 á niðurlendinginum Micheal van Gerwen, ið var favorittur at vinna kappingina, í fjórðingsfinaluni. Í gjár vístu royndirnar hjá Anderson seg tó at vera virðismiklar. Chisnall kom á 3-4 við sigri í 7. setti, men síðani vann Gary Anderson 3-0 og í 8. og 9. setti og avgjørdi harvið dystin. Skotin hevur verið í fýra finalum áður. Hann hevur vunnið tvær (2015 og 2016) og tapt tvær (2011 og 2017).
Spurningurin er so, um Anderson fær sítt triðja HM-heiti i kvøld, ella um Price sigrar í Alexandra Palace. Walisin er ein lítilfavorittur móti roynda skotanum. Fyrstu pílarnir í London verða kastaðir klokkan 19.40.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald