Tann 7. september 2018 varð lagt upp til, at føroyska A-landsliðið hjá monnum skuldi basa Malta, tá fyrsti Nations League-dysturin varð leiktur í Føroyum. Hetta eydnaðist eisini, og tað var Jóan Símun Edmundsson, ið legði Føroyar á odda.
Toftamaðurin var tá byrjaður sera væl í Arminia Bielefeld, men hann hevur tíverri havt trupulleikar við knæðum í stórum parti av tíðarskeðinum síðani. Hetta gjørdi millum annað, at Jóan Símun ikki spældi seinastu Nations League-dystirnar í 2018 og heldur ikki teir fýra EM-undankappingardystirnar í fyrru hálvu í fjør. Håkan Ericson segði á tíðindafundinum fyrrpartin, at álopskendi leikarin venur fult við í Bielefeld í løtuni, men at hann ikki kennir seg kláran at spæla enn. Jóan Símun misti seinasta partin av kappingarárinum í Týsklandi, og nýggi landsliðsvenjarin vónar, at hann verður til reiðar til teir tríggjar dystirnar í oktober.
Jóan Símun Edmundsson skorar her til 1-0 móti Malta, seinast Føroyar fóru í gongd við Nations League
Í seinastu Nations League-kappingini fekk Gilli Rólantsson Sørensen sítt gjøgnumbrot sum høgri bakkur á landsliðnum. Har spældi hann eisini sjey ferðir 90 minuttir í EM-undankappingini í fjør - hinar tríggjar dystirnar var hann úti við heilaskjálvta ella leikbanni.
Nú er tað korona, ið órógvar. Gilli var fyrst í sóttarhaldi í tíggju daga, tí hann hevði verið í tøttum sambandi við ein persóni, sum var smittaður við koronu. Fyri tíggju døgum síðani gjørdist greitt, at tvøramaðurin sjálvur var smittaður. Gilli hevur spælt fimm dystir fyri Brann í ár.
Tríggir leikarar, ið ikki eru við hesaferð. Atli Gregersen er givin, og Kristian Joensen og Patrik Johannesen, ið vóru við til ávíkavst 10 og 8 útav tíggju dystum í fjør, eru ikki úttiknir (Mynd: Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg spældi átta útav tíggju dystum í undankappingini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Nakrir leikarar, ið vóru við til allar ella teir flestu undankappingardystirnar í fjør, eru ikki við í fyrsta hópinum hjá nýggja landsliðsvenjaranum:
- Tórður Thomsen hevur avloyst Kristian Joensen, ið hevur verið fastur í málmanstoyminum í eina tíð. Kristina var ársins málverji í fjør, men avrikini fram til lítla steðgðin í farna mánaði vóru als ikki sannførandi. Tórður hevur hinvegin havt eitt sera gott kappingarár.
- Magnus Egilsson var við til allar dystirnar í Nations League á heysti 2018 og allar í EM-undankappingini í fjør. Landsliðsvenjarin hevur tó valt mannin, ið avloysti Magnus á vinstra bakki í HB, frammum. Daniel Johansen er við á fyrsta sinni, og harvið er heldur ikki pláss til Ára Mohr Jónsson, sum eftir langan skaðasteðg var aftur til seinastu dystirnar í EM-undankappingini í fjør. Magnus spælir í Vali í Íslandi - Ári í Sandnes Ulf í Noreg
- Andrias Eriksen spældi í tveimum dystum og sat á bonkinum í seks dystum í farnu EM-undankappingin. Tað kann sigast, at Heðin Hansen, ið er við á fyrsta sinni, hevur avloyst liðformannin hjá B36 í hópinum. Makkarin hjá Andriasi í B36, Sonna Ragnar Nattestad er við aftur, eftir at hann ikki var partur av landsliðnum í fjør.
- Kantleikararnir Patrik Johannesen og Árni Frederiksberg vóru við til ávíkavist átta og tíggju dystir í fjør - Árni var á vøllinum í átta av teimum, og B36-profilurin er sambært bolt.fo á javnsettum níggjunda plássi yvir málstig í Betrideildini í ár. Patrik hevur lagt upp til tíggju mál, sum er næstflest. Tvøramaðurin í KÍ er áður úttikin sum áleypari, men hesaferð er Andreas Lava Olsen við, og Adrian Justinussen er við sum kantleikari.
Jóan Símun, Andrias og Magnus verða ikki til landsliðsvenjing á Tòrsvølli í komandi viku (Mynd: Sverri Egholm)
Ein nýggj byrjan undir Håkani Ericson (Mynd: Bjarni Enghamar)
Tað sær út til, at tíðin hjá Jákupi B. Andreasen, ið spælir sítt sætta ár á besta liðnum hjá KÍ, á A-landsliðnum ikki er komin enn. Hann varð úttikin einaferð í fjør, men politikkurin hjá Lars Olsen var, at hann skuldi spæla á U21-landsliðnum, um hann ikki var ætlaður til byrjanaruppstillingina hjá A-landsliðnum. Soleiðis sær eisini út til at vera hesuferð. Liðformaðurin hjá KÍ kemur at hava ein lyklaleiklut á liðnum hjá Sámal Erik Hentze í dystunum móti Ísrael og Norðurmakedónia.
Sí eisini: Her er fyrsti landsliðshópurin hjá Sámal Erik Hentze
Gunnar Vatnhamar, ið nú er við aftur, og Dan í Soylu, ið hevur víst høgt støði í ár, eru eldri og hava nú fingið møguleikan. Petur Kundsen byrjaði kappingina sera væl og kann sannliga metast sum ein stórur profilur í deildini, men tað er javngamli Adrian Justinusse, sum vegna sínar "spídskompetansir" er valdur framum á ein hátt, meðan Petur skal royna at gera mun á U21-landlsliðnum.
Tá tríggir leikarar eru við á fyrsta sinni, allir frá oddaliðnum, og fýra eru við aftur eftir eina tíð burtur (serliga Tórður og Lava), samstundis sum fleiri av teimum føstu í hópinum frá í fjør ikki eru valdir, so má sigast, at talan ikki eru rímiliga nógvar broytingar. Samstundis eru tveir leikarar við U21-aldri við, hóast U21 landsliðið skal spæla fyrst í september eisini. Tríggir av leikarum, ið spældu hvørjaferð teir vóru tøkir, Atli Gregersen (givin), Gilli Ròlantsson (sjúka) og Jóan Símun Edmundssson (skaddur) eru ikki tøkir.
Hópurin til Nations League-dystirnar móti Malta (3. september - heima) og Andorra (6. september - úti)
Málverjar:
Gunnar Nielsen (FH)
Teitur Matras Gestsson (HB)
Tórður Thomsen (NSÍ)
Høgri bakkar:
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
René Shaki Joensen (HB)
Vinstra bakkur:
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Daniel Johansen (HB)
Miðverjar:
Rógvi Baldvinsson (Bryne)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Heðin Hansen (HB)
Sonni Ragnar Nattestad (B36)
Odmar Færø (KÍ)
Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (GAIS)
Adrian Rúnasson Justinussen (HB)
Kaj Leo í Bartalstovu (Valur)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg)
Hallur Hansson (AC Horsens)
Dan í Soylu (HB)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald