Annað

Góð føroysk úrslit í nevaleiki

Boxing Tórshavn fekk gull og silvur í DM-kapping fyri byrjarar.

Teitur Jákupsson vann trygd í DM-finaluni (Mynd: Tórshavn Boxing)

Teitur Jákupsson vann trygd í DM-finaluni (Mynd: Tórshavn Boxing)

2019-04-29 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Boksing er nýggj ítróttagrein í Føroyum, men einasta felagið í Føroyum, Tórshavn Boxing, hevur upplivað stóra limaframgongd seinastu tíðina, og nú byrja úrslitini eisini at vísa seg.

Um vikuskiftið hevði felagið tríggjar boksarar við í DM kapping fyri byrjarar, sum Danmarks Bokse Union skipaði fyri í býnum Jyllinge.

Og tað eydnaðist at fáa gull og silvur við heimaftur til Føroyar.

Teitur Jákupsson var tann, ið kláraði seg best. Hann luttók í lættweltervekt flokkinum fyri U17 boksarar. Í semifinaluni vann hann við dómaraatkvøðunum fýra móti einari á einum boksara úr Hvidovre, og í finaluni vann hann upp á sokallað RSC í triðja umfari á einum boksara frá felagnum AK Falken.

RSC merkir, at dómarin støðgaði dystinum, tá hann hevði talt yvir annan av boksarunum á triðja sinni. Føroyska mótstøðan var alt ov hørð.

Jonathan Malaikev, sum var við í U19 aldursbólkinum, náddi eisini fram til finaluna. Men tá gjørdist mótstøðan ov hørð fyri hann. Hann tapti móti einum boksara úr Odense, og fekk sostatt silvur

Triði føroyski luttakarin á donsku byrjarameistarakappingini var U19 boksarin Andreas Dam Poulsen, sum tapti sína semifinalu til ein mótstøðumann úr Hillerød.

(Greinin rættað kl. 10.13 - bland var komið millum Jonathan og Andreas)

[object Object]
Teitur Jákupsson og Jonathan Malaikev

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder