Annað

Góð undirtøka til fyrstu Royal Run venjingina

Klaksvíkar kommuna skipar fyri felgasvenjing fram til Royal Run.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-04 18:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast kavin lá tjúkkur, var undirtøkan sera góð til fyrstu Royal Run felagsvenjingina, ið var leygardagin. endamálið við venjingunum er at savna tey mongu, sum hava meldað til Royal Run, soleiðis at øll kunnu fáa eina góða og bleyta byrjan, og hóast verðrið ikki var av tí besta, vóru tað fleiri, ið høvdu leita sær oman í býráðshúsið hendan leygarmorgunin.

Eftir at Guttorm Sørensen frá Treysti hevði bjóðað vælkomin, varð runnið frá býráðshúsinum í áleið 30 minuttir. Venjingin er skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Høvuðsendamálið er, at fáa so nógv sum møguligt at vera virkin, skrivar Klaksvíkar kommuna. Venjingin byrjar uttan fyri býráðshúsið í Klaksvík.

Runnið verður aftur mikudagin kl. 18.00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder