Føroysku telvararnir stóðu seg væl í øðrum umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.
Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu báðir á tveimum av útlendsku telvarunum. Helgi vann á Drazen Dragicevic. Helgi telvaði væl og vann sannførandi. Tað var av sonnum stórmeistaratelving.
Hans Kristian vann ikki minni sannførandi á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Stuttligt at síggja. Tá ið Hans Kristian er í hasum lagnum, er ikki at vera fyri.
Olaf Berg vann aftur í gjár og er nú á odda í kappingini saman við Normunds Miesiz. Olaf telvaði eisini við hugflogi og kraft og vann flott á Sjúrði Thorsteinssyni.
Carl Eli Samuelsen mátti í sínum lagi lúta fyri lettiska stórmeistaranum Normunds Miesiz, sum hevur verið ógvuliga sannførandi higartil.
Støðan eftir 2. umfør:
Olaf Berg 2 stig
GM Normunds Miesiz 2
GM Helgi Dam Ziska 1½
Hans Kristian Simonsen 1
GM Carsten Høi 1
Carl Eli Samuelsen ½
Drazen Dragicevic 0
Sjúrður Thorsteinsson 0
Í triðja umfari í Landsliðsbólkinum í dag verður telvað soleiðis:
Miesiz - Helgi
Høi - Carl Eli
Olaf - Hans Kristian
Dragicevic - Sjúrður
Byrjað verður klokkan 17.00 í dag. Telvað verður á Finsen í Havn. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum - leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com
- Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald