Annað

Golf: BankNordik Open 2020 verður á Glyvursnes 25. juli

Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

(Mynd: Tórshavnar Golffelag)

(Mynd: Tórshavnar Golffelag)

2020-07-17 10:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 25. juli skipar Tórshavnar Golffelag fyri BankNordik-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi. BankNordik Open er størsta kappingin, sum golffelagið skipar fyri. At talan er um eina opna kapping merkir, at eisini golfleikarar, ið ikki eru limir í Tórshavnar Golffelag kunnu vera við. Ein treyt er tó, at leikarin hevur skrásett handicap-prógv frá einum góðkendum golffelag, og hægsta handicap er sett til 54.

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi. Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningur eisini verður latin tí leikara, sum hevur flest stig eftir 9 tey fyrstu holini. Meðan viningar verða latnir teimum trimum bestu ið hava flest stig eftir 18 hol.

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við BankNordik-bóltum. Harafturframt letur BankNordik teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.

Eisini verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

Umboð fyri BankNordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður.

Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

Tey, ið hava áhuga at luttaka, skulu senda eitt SMS til 554713 ella teldupost til: [email protected] í seinasta lagi hóskvøldið tann 23. juli kl. 20.00. Luttøkugjaldið er kr. 100,00.

Í fjør var tað evnaríki ungi golfleikarin Jens Guttesen, ið júst er úttikin at umboða Føroyar á oyggjaleikunum næsta ár, sum vann framman fyri Rógva K. Hansen og Bjarne Jørgensen. Spennandi verður, um Jens megnar at endurtaka bragdið aftur í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder