Annað

Golfspælari doyði undir kapping

28 ára gamli Arie Irawan varð funnin deyður undir PGA-kapping í Kina.

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-04-08 07:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

PGA Tour-kappingin, sum júsr varð spæld í Sanya í Kina, varð í gjár rakt av sorgarleiki. Malaysiski golfspælarin Arie Irawan varð funnin deyður á kamari sínum á hotellinum, sum hann búði á í samband við kappingina.

Mett verður einki illgrunasamt er við deyðanum. Tó at kanningarnar ikki eru endaliga staðfestar, verður mett at 28 ára gamli IRawan doyði ein natúrligan deyða.

Finalurundan, sum skuldi verða í gjár, varð avlýst sum orsøk av sorgarleikinum.

Arie Irawan gjørdist professionellur golfspælari í 2013. Hann vann tvær kappingar í Asian Development Tour í 2015. Í 2016 var hann við í einum knallertóhappi, sum gjørdi, at hann ikki fekk spælt í fleiri mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder