Annað

Gott 800 luttakarar til Føroya vakrasta hálvmaraton

775 hava teknað seg til tiltakið, sum verður í Vágum leygardagin, og enn ber til at tekna seg.

Mynd: Frælsi

Mynd: Frælsi

2019-09-03 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir

Leygardagin verður skipað fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, og higartil hava 775 fólk teknað seg til at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs kirkju, men enn ber til at tekna seg.

Í tíðindaskrivi boðað fyrireikararnir frá, at vegurin frá flogvøllinum til FK í MIðvági verður stongdur  frá klokkan 11.30 til klokkan 13 í sambandi við tiltakið.

Byrjað var við tiltakinum í 2014. Tá luttóku 80 fólk. Arbeitt verður áhaldandi við at menna tiltakið, og í ár verður hugsað meira um umhvørvið í sambandi við tiltakið.

- Vit royna at hugsa um byrðardygni og umhvørvið í sambandi við tiltakið. Stuðul verður latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær eisini stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann nú keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Og eingin gávuposi er við ymiskum smálutum heldur. Tó so medalju fáa vit enn og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum. Køkstoymið, sigur seg vera til til dystin fús at fara frá einnýtisíløtum til at vaska upp, siga fyrireikararnir millum annað.

Fyriskiparnarir fyri tiltakinum er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, sum varð stovnað í 2004.  Í dag er Frælsi við til at fjøltátta frítíðartilboðið í Vágum.

Meira um tiltakið kann lesast her.

placeholder
placeholder