Annað

Góvu Sveis ein skarpan gang

Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro sunnudagin.

Føroyar móti Sveis. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á fremru borðunum.

Føroyar móti Sveis. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á fremru borðunum.

2023-11-13 07:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro í gjár. Móti Sveis endaði tað remis á trimum borðum, og tað var meira enn roknað var við framman undan. Dysturin endaði 2½-1½ til Sveis.

Høgni Egilstoft Nielsen tóktist vera greitt við yvirlutan á 1. borði, men tá ið á stóð í tíðartroti valdi hann tryggu loysnina og javnleikin. Rógvi kláraði aftur remis í gjár eins og fyrradagin, og nú bragdaði eisini hjá John Rødgaard. Martin Poulsen mátti dvína við svarta fólkinum á øðrum borði.

Samanumtikið eitt flott úrslit hjá Føroyum. Sveis - við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum á liðnum - er styrkismett sum nummar 28 í kappingini.

[object Object]

Føroyar eru styrkismettar nummar 36 av 38 liðum. Vit hava Skotland og Kosovo aftanfyri okkum í styrkismetingini. Dystirnir móti teimum - helst møta vit teimum báðum - verða lykladystir.


Tap í hendi hjá Magnusi

Norra, sum er sterkasta talvtjóðin í norðurlondum, hevur vinglað í fyrstu dystunum í Montenegro. Í dystinum móti Eysturríki í gjár frættist, at tap var í hendi hjá heimsins besta - Magnusi Carlsen. Honum eydnaðist kortini at bjarga sær javnleik. Men Norra tapti dystin 2½-1½. Fyrradagin var 2-2 móti Slovakia.

Danir hava fingið harða byrjan. Fyrradagin vunnu teir púra óvæntað á Aserbadsjan 2½-1½. Aserbadsjan er toppseedað í Montenegro. Í gjár var Rumenia á skránni hjá dønum. Rumenia - styrkt við ungarska superstórmeistarnum Richard Rapport og sterka ukrainska stórmeistaranum Schevchenko - er styrkismett sum nummar tvey í kappingini. Danir stóðu seg aftur væl í gjár, men taptu 2½-1½. Hin blaðungi Jonas Buhl Bjerre telvaði remis á 1. borði móti Rapport.

Íslendingar, sum fingu dyggan lúsing í dystinum móti Serbia fyrradagin, og taptu 4-0, vunnu í gjár 3-1 á Kosovo. Svøríki og Finnland telvaðu sínamillum í gjár. Svøríki vann 3-1.

Onnur úrslit í gjár:

Týskland - Ungarn 2½-1½
Kekkia - Ongland 2-2
Armenia - Kroatia 2-2
Ísrael - Spania 2½-1½
Frakland-Turkaland 2½-1½
Holland - Grikkaland 2½-1½
Italia - Serbia 1½-2½
Slovakia - Aserbadsjan 1½-2½

Triðja umfar er í dag. Byrjað verður klokkan 14. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður. Á heimasíðu Talvsambandsins er leinki til kappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder