Fótbóltur

Greipuvinnararnir aftur í topp trý

KÍ vann 1-0 móti EBS/Skála og fer framum felagsliðið á stigatalvuni. Á Argjum var avsmurningur, har Víkingur var á vitjan, og HB vann umráðandi stig móti NSÍ.

Gudný Johannesen her í dysti móti NSÍ í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gudný Johannesen her í dysti móti NSÍ í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-18 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Besta kvinnudeildin í fótbólti var í gongd aftur um vikuskiftið eftir ein landsliðssteðg. Fyrsti dysturin var leiktur í gjár, tá B36 var á vitjan hjá nýggja liðnum í deildini, 07 Vestur. Útliðið vann trygt 2-0.

Í dag vóru hinir tríggir dystirnir í deildini. HB tók ímóti NSÍ í Gundadali. Eitt NSÍ-lið sum av summum undan kappingarbyrjan var spátt at klára at vinna meistaraheitið, men sum hevur fingið eina vánaliga byrjan.

Og vánaliga gongdin helt fram í dag, tí HB-kvinnur vóru stinnari og vunnu 2-1 móti runavíkskvinnum. Við sigrinum í dag varðveitir HB deilda fyrsta plássið.

Greipuvinnararnir úr KÍ vóru á vitjan hjá EBS/Skála undir Mýruhjalla á Skála, og talan var um málfátækan dyst. Einasta málið í dystinum kom stutt eftir steðgin tá Gudný Johannesen var hægst eftir hornaspark og setti bóltin í netið við høvdinum. Góð stig hjá KÍ, sum við sigrinum kemur upp á triðja pláss.

Málið hjá KÍ:

Uppflytararnir úr AB/B71 høvdu vitjan av Víkingi. Í fyrra hálvleiki hevði felagsliðið á Argjum og Sandoynni undanvind og hetta gav møguleika fyri fleiri góðum møguleikum. Millum annað fór ein bóltur á tvørtræið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí myndir frá dystinum

Men Víkingakvinnur vístu styrki, og løgdu seg á odda 2-0 fyri steðgin. Í seinna hálvleiki endaði tað við skrædlið hjá AB/B71, og Víkingur vann dystin 7-0. Víkingur varðveitir fyrsta pláss saman við HB, meðan AB/B71 framvegis einki stig hevur fingið á kontuna.

Dystirnir í 4. umfar

HB - NSÍ 2-1 (1-1)
19’ Sara Samson Lamhauge 1-0
32’ Unn Hvidbro 1-1
45’ Julia Naomi Mortensen 2-1

EBS/Skála - KÍ 0-1 (0-0)
51’ Gudný Johannesen 0-1

AB/B71 - Víkingur kvinnur (0-7)
9’ Jens Tórolvsdóttir 0-1
15’ Hanna Isaksen Højgaard 0-2
53’ Jensa Tórolvsdóttir 0-3
70’ Mona Rasmusdóttir 0-4
74’ Kára Jarnskor 0-5
80’ Rakul Sørensen 0-6
87’ Erna Svalbard 0-7

07 Vestur - B36 0-2 (0-1)
39’ Jacoba Langgaard 0-1
72’ Olga Kristina Hansen 0-2

Støðan í Betri deildin kvinnur

1. HB (10 stig)
2. Víkingur (10 stig)
3. KÍ (8 stig)
4. EBS/Skála (7 stig)
5. B36 (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)

5. umfar

KÍ - 07 Vestur (Leygardagin 24. apríl)
NSÍ - EBS/Skála (Leygardagin 24. apríl)
Víkingur - HB (Sunnudagin 25. apríl)
B36 - AB/B71 (Sunnudagin 25. apríl)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder