Sum væntað tryggjaði City sær meistaraheiti í Brighton í gjár. Tað var tó eitt ógvuliga spennandi kappingarár, har Liverpool trýsti City allan vegin og endaði á 2. plássi við heili 97 stigum.
Í samrøðuni við Sky Sports á vøllinum stutt eftir dystin, byrjaði Guardiola við at siga, at tað hevði nógv at siga at endurvinna meistaraheiti, og síðani rósti hann Liverpool fyri at trýsta teir til at halda eitt høgt støði allan vegin. Spanski venjarin segði, at sterka Liverpool-liðið hevði fingið City til at menna seg sum lið, og tað kundi hann bert takka teimum fyri.
Guardiola segði móti endanum at City, sum í fjør vann Premier League við 100 stigum, hevur lyft støði á deildini til eitt hægri støði, at teir eru sterkari nú, og at teir verða aftur í sterkari útgávu næsta ár.
Hoyr alla samrøðuna her
Fótbóltur
Guardiola: Liverpool hevur trýst okkum til at lyfta støðið
Venjarin hjá Manchester City takkaði Liverpool og rósti teimum eftir eitt frálíkt kappingarár.
Pep Guardiola eftir annað meistaraheiti á rað (Mynd: EPA)
2019-05-13 16:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald