Hvirlan.fo: Síðan Guðrið Káradóttir Petersen tók føroyska metið frá Randi Kúrberg í juni 2018 í Væxjø, hevur ongin ivi verði um, at hon kundi koma longri út.
Hon hevur eisini bøtt um metið á hvørjum árið, men har hevur verði ein ótryggleiki í rørslunum, sum tað hevur tikið tí at finna orsøkina til. Við hjálp frá skeiðum, og samskiftið við venjarar uttanlanda bleiv fokus í kastunum flutt eftir síðstu kapping í 2020. Nú er fokus at halda trýsti á báðum beinunum, og at standa ímóti meðan hon trýstir hamaran runt. Hetta er í mun til gamla fokus, har roynt var at koma langt út við hamarnum og trýsta har. Nýggja fokus skapti beinan vegin ein heilt annan tryggleika í kastinum, og tískil er munandi lættari at trýsta hamaran allan vegin gjøgnum teir tríggjar umgangirnar, Guðrið snarar áðrenn hon kastar hamaran.
Leygardagin royndi Guðrið seg í kapping á øðrum sinni síðan broyting av fokus. Longu í fyrsta kasti vísti hon, at hon er klár at flyta metið úteftir. Kastið var tekniskt pent, men Guðrið helt eitt sindur aftur við at trýsta. Hamarin lendi bara 1,63 m frá hennara føroyska meti. Í øðrum kasti setti hon meir ferð á, og lendi hamarin bara 58 centimetrar frá føroyska metinum. Í triðja spenti hon í so nógv og stytti tískil eitt sindur um radius, men hon fekk nógva ferð í hamaran og úrslitið gjørdist at hon kastaði 43,88 m, sum er 47 cm longri enn gamla føroyska metið.
Í fjórða umfarið var aftur góð ferð á, og hesaferð spenti hon minni móti hamarnum. Hetta gjørdi at góð ferð kom á, men hon var tíanverri eitt vet ov ótolin í byrjanini og tískil endaði kasti við, at hamarin tók í netið. Hamarin lendi tó heilt úti á 41,51 m. í fimta umfarið var hon alt ov ótolin í byrjanini og fór tí undan hamarnum inn í fyrsta umgang. Eisini tók hamarin harðliga í netið á veg út. At kasti hóast hetta lendi heilt úti 38,01 m vísur kapacitetin í løtuni.
Í síðsta umfarið var hon aftur tolin, í startinum og kom væl avstað, men her fekk hon ikki trýst nóg mikið og tískil bleiv tað ikki eitt føroyskt met afturat, men aftur lendi hamarin uttanfyri 40 m strikuna.
Við kappingini um vikuskiftið hevur Guðrið víst at hon er klár at flyta metið væl longri út longu í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald