Hondbóltur

Gull og ein posa av pengum

Jóhan á Plógv Hansen og hinir á danska landsliðnum kunnu síggja fram til at fáa omanfyri 200.000 krónur á kontu fyri stríðið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-04 18:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, leikti dyst nummar 75 fyri Danmark undir HM-endaspælinum, sum var í Svøríki og Póllandi í januar mánað.

Sum kunnugt endaði Danmark við at vinna finaluna móti Fraklandi, og hóast Jóhan ikki fekk tann heilt stóra leiklutin hesaferð, fer hann eina hampuliga upphædd sendandi fyri sín innsats.

Ekstrablaðið skrivar, at umframt gullheiðursmerki fær hvør leikari 220.000 krónur fyri stríðið. Hetta er sama upphædd, sum leikararnir fingu fyri at vinna HM í Egyptalandi fyri tveimum árum síðani.

Allir leikarar fáa eins nógv. Hevur ein leikt 15 sekund í innleiðandi dystunum, fær man somu upphædd sum ein, sum hevur verið við í øllum dystunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder