Annað

Gull og silvur til føroyingar í DM í amboðsfimleiki

Mia Højgaard og Marin Danielsen vunnu gull í liðkapping í amboðsfimleiki í DM um vikuskiftið.

(Mynd: Havnar Fimleikafelag)

(Mynd: Havnar Fimleikafelag)

2023-06-10 20:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag luttóku Mia Højgaard, Ronja Johannesen, Anna Sofía B. Højsted og Marin Danielsen í DM í amboðsfimleiki fyri lið. Hóast tær búgva í Føroyum og dagliga venja við Hanvar Fimleikafelag, kappaðust tær í DM fyri KG66. Tær luttóku í aldursbólkunum fyri juniorar og ungar juniorar.

Føroysku íðkararnir stóðu seg avbera væl. Mia Højgaard vann gull saman við liði sínum, sum luttók í aldursbolkinum fyri juniorar, og Ronja Johannesen og Anna Sofía B. Højsted vunnu silvur í sama bólki. Í aldursbólkinum fyri ungar juniorar vann Marin Danielsen gull. Sostatt eru tær allar fýra millum bestu fimleikararnar í ríkinum.

Venjari hjá teimum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder