Um vikuskiftið hava fremstu fimleikararnir í Føroyum luttikið í DM í amboðsfimleiki, og úrslitini vóru sera góð. Astrið Breckmann vann silvur í forskotnari barr og bronsu á gólvinum. Av kvinnunum gjørdist hon samanlagt næstbesti fimleikarin í ríkinum.
Aron D. Jacobsen vann gull í beinsveiggj og silvur í ringunum. Av monnunum gjørdist Aron eisini samanlagt næstbesti fimleikarin í ríkinum. Rani A. Dalsgarð luttók sum gestur, og hann vísti sínar dygdir við at hava besta karakter i bæði gólv og lop.
Hinir luttakarnir úr Føroyum kláraðu seg eisini væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir hesuferð.
Fimleikararnir eru partur av føroyska landsliðnum, og landsliðsvenjarir eru Camelia Mihaela Mindricel-Selariu og Razvan Dorin Selariu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald