Seinnapartin 17. apríl fór ungdómslandsliðið í badminton til kappingina Yonex Junior Cup. Hetta er triðja árið á rað, at luttikið varð í kappingini. Undanfarnu árini hava leikarar vunnið heiðursmerki heim við, so spennandi var, um tað aftur í ár fór at eydnast.
Støðið í kappingini er sera høgt – vit kunnu nevna, at fleiri elituleikarar úr Danmark og Týsklandi luttaka. Eisini er unglingalandsliðið úr Kekkia við, umframt leikarar úr Pólandi.
Kappingin vadi í tríggjar dagar - 19. til 21. apríl. Byrjað varð við blandaðum tvímansleiki. Leikararnir vóru spentir at koma í gongd. Sum heild gekk fyrsti dagurin gott - fleiri pør komu víðari frá innleiðandi umfarinum.
Annan dagin var einmansleikur á skránni, og allir leikarar skuldu í eldin. Og ikki ber til at siga annað enn, at okkara leikarar kláraðu seg sera væl. Tað vóru sera nógvir tættir dystir, og spældu fleiri seg víðari í bæði áttandaparts- og fjórðingsfinalur.
Gunnva Jacobsen gjørdi bart, og vann gull í bólkinum U22A, og Miriam í Grótinum vann silvur í U17A.
Síðsta dagin var tvímansleikur hjá kvinnum og monnum á skránni. Og akkurát hendan dagin sóu vit, hvussu nógv okkara leikarar hava ment seg seinasta árið, tá ið snakkað verður um tvímansleik.
Flest øll pørini komu víðari úr bólkaspælinum, og stríddust tey fyri at koma enn longri í kappingini.
Árant á Mýrini/Ari M.Jacobsen, Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen og Miriam í Grótinum, sum spældi saman við einari gentu úr Kekkia, spældu seg í semifinaluna, sum tey tíverri taptu. Tey skuldu so spæla um bronsuna. Her eydnaðist tað Árant á Mýrini/Ari M.Jacobsen og Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen at vinna dystirnar og harvið bronsuna. Miriam tapti tíverri, men fekk eitt flott 4. pláss.
Føroysku leikararnir komu ikki tómhentir heimaftur. Umframt fýra heiðursmerki, so høvdu tey skjáttuna fulla av upplivingum og nýggjum royndum. Hetta var ein sera hørð kapping, har tey spældu í bestu rekkjuni, í einari stórari og tættpakkaðari høll við 17 banum. Øll gjørdu teirra allarbesta, og kunnu tey vera sera væl nøgd við tað.
Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, sum var við á túrinum sum venjari, er sera væl nøgdur við, at ein breiður hópur av bæði ungum og eldri ungdómsleikarum, fyri triðju ferð, hava verið við til Yonex Junior Cup.
- Í Berlin var tað so sanniliga ikki nakar dystur, sum var lættur, tí okkara leikarar altíð spældu ímóti teimum bestu leikarunum úr ávíkavist Týsklandi, Danmark, Kekkia, Pólandi og Slovakia. Fleiri av hesum leikarum eru eisini á unglingalandsliðnum. At fleiri av okkara leikarum vunnu dystir ímóti teimum, ásannar enn einaferð, at støðið á okkara leikarum er í støðugari framgongd, sigur Erik Engelbrecht Thomsen.
Hann leggur afturat:
- Í ár vóru fyrireikingarnar øðrvísi enn í fjør. Í ár vistu vit, hvat vit fóru til, og tí bar til at seta leikararnar upp til kappingina. Og kundu somuleiðis fyrireika nýggju leikararnar á landsliðnum, hvat teir høvdu í væntu.
Tey, sum umboðaðu Føroyar vóru: Miriam í Grótinum, HBF, Hans Elttør, KBF, Tórur Paulason, HBF, Rúni Øster, HBF, Ari Nandi, HBF, Hákun T. Sigvardsen, HBF, Jónas Djurhuus, HBF, Jónas Vágsheyg, KBF, Ari M. Jacobsen, KBF, Árant á Mýrini, MBF, Sissal Thomsen, HBF, Lena Maria Joensen, KBF, Gunnva Jacobsen, HBF, Jóhanna O. Højsted, KBF, Magnus Dal-Christiansen, HBF og Rani í Bø, KBF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald