Fótbóltur

Gullbrandur og Martin avloysa Samuel og Shaki

Tveir ungir mans eru boðsendir til landsliðið, sum í dag ferðast til Georgia. Hetta tí at tveir aðrir, sum annars spældu um vikuskiftið, eru so mikið skaðadarvaðir.

Martin Agnarsson er júst fluttur upp í næstbestu donsku deildina við Aarhus Fremad. Hann varð brádliga boðsendir til at koma við til Montenegro í mars (Savsmynd: Sverri Egholm)

Martin Agnarsson er júst fluttur upp í næstbestu donsku deildina við Aarhus Fremad. Hann varð brádliga boðsendir til at koma við til Montenegro í mars (Savsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-02 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan fer størsti parturin av føroyska landsliðshópinum úr Føroyum um hálvgum níggju tíðina. Tá verður kósin sett móti Georgia, har venjingardystur er á skránni hósdagin klokkan 17.

Flogið verður fyrst við rutu til Keypmannahavnar. Har koma nakrir aðrir við í fylgið til Istanbul, og í kvøld verður triði flogtúrurin hjá teimum flestu á degnum: Úr Turklandi til Tibilisi.

Tvær broytingar í hópinum

Í mun til upprunaliga listan á 23 spælarar, sum Eyðun Klakstein kunngjørdi í FSF-hølunum fyri viku síðani, eru tvær broytingar.

Seint í gjárkvøldið boðaði FSF frá, at Gullbrandur Øregaard og Martin Agnarsson skulu við til Eysturevropa og síðani til Føroya, at uppgávan eitur Gibraltar í HM-undankappingini um eina viku.

Verjukendir spælararnir hava verið fastir menn á U21-landsliðnum seinastu árini - Martin hevur verið nakað vekk vegna skaðar. Gullbrandur og Martin hava í 2025 spælt í ávikavist triðbestu norsku og triðbestu donsku deildini, men hetta vikuskiftið tryggjaðu Martin Agnarsson og Aarhus Fremad sær uppflyting til næstbestu deildina.

Martin spældi sín annan A-landsdyst, tá Føroyar seinast spældu. Hetta var í Montenegro í mars (1-0). Tveir dagar frammaundan fekk kviki vinstri bakkurin úr Havn bráboð um at koma til Balkan, tí Jann Benjaminsen hevði fingið ein snudd móti Kekkia.

Gullbrandur Øregaard er uppvaksin í Noreg men hevur føroysk foreldur. Høgi og sterki miðverjin/verjukendi miðvallarin er liðformaður í Sandnes Ulf. Gullbrandur var við til Baltic Cup í fjør og hevur harvið fingið sín fyrsta A-landsdyst.

[object Object]
Gullbrandur í A-landsdysti móti Lettlandi síðsta summar. Hann skal helst royna seg í Georgia fríggjakvøldið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Samuel Johansen Chukwudi hevði annars heilt víst spælt í miðverjuni fríggjadagin. Eftir eina frálíka bryjan í finskum fótbólti fekk 21-ára gamli miðverjin ein skaða í baklærið tíðliga í mai. Hann var aftur á vølli fyri SJK leygardagin og spældi væl men varð skiftur út eftir ein tíma.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at hann og René Shaki Joensen hava smávegis skaðar at dragast við, og verða ikki nógv birgir til landsdystin móti Georgia og HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli týsdagin 9. juni.

René Shaki Joensen spældi annars 90 minuttir fyri KÍ í oddadystinum leygarkvøldið. Fjølbroytti og orkuríki spælarin hevur tó havt ymiskar skaðatrupulleikar, og nú varð mett at ein annar skuldi koma í hópin.

[object Object]
René Shaki Joensne hevur ofta havt stóran týdning fyri landsliðið. Hann verður ikki at síggja á hesum sinni (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hava Føroyar nú tríggjar vinstrabeintar til vinstra vongbakkin - tað er helst ikki óhugsandi, at Viljormur Davidsen kann fara at spæla nakað sum vinstri miðverjuni, um spælt framhaldandi verður við trimum miðverjum. Hetta hevur varaliðformaðurin annars ikki gjørt á landsliðnum áður.

Hópurin:

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur 

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark) *
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark) 
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg) **

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík 
Noah Hans Mneney, HB 
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík *
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Poul Kallsberg, Víkingur 
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík 

Framherjar:
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík *
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

Við í mun til seinast
** Kann eisini verða úttikin meira sum miðvallari, ið René Shaki Joensen varð úttikin sum í fyrstu syftu

A menn í juni
Georgia - Føroyar Hósdagin 5. juni klokkan 18:00 í Tblisi, Georgia (venjingardystur)

Føroyar – Gibraltar Mánadagin 9. juni klokkan 19:45 á Tórsvølli (HM 2026 undankappingardystur)

Portalurin verður við á ferðini til Georgia, og hava vit ymiskt tilfar í vikuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder