Hondbóltur

Gulldagurin á Strondum

Sí filmin um stóra dagin, tá kvinnurnar hjá StÍF vunnu føroyameistaraskapin á fyrsta sinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-05-03 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

21. apríl var ein stórur dagur á Strondum og á Skála.

FM-finaludystur var spældur í høllini á Skála móti Neistanum. Talan var um fjórðu av fimm møguligum FM-dystum. Vunnu strandakvinnur á heimavølli, var FM-steypið tryggjað á fyrsta sinni í søgu StÍF’s.

Og dysturin gjørdist ein rættur uppvísingsdystur fyri strandakvinnur, væl stuðlaðar av Haruka Gima og hennara landskvinnur úr Japan.

Søguligi dagurin er nú skjalfestur í einum filmi, ið er tøkur á YouTube.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder