Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík spældu seg í síðsta mánaða í deildarspælið í Conference League. Skjótt stakk spurningurin seg upp um, hvar íslendsku greipuvinnararnir skuldu spæla sínar heimadystir.
Víkingsvöllur er ikki góðkendur, til tá man er komin so langt í Evropa, og Laugardalsvøllurin kom ikki uppá tal hesaferð.
Breiðablik, við Klæminti Olsen og Patriki Johannesen í hópinum, spældi annars sínar bólkaspælsdystir í fjør á júst tjóðarleikvøllinum, men tað var við undantaksloyvi. Laugardalsvøllurin vantar millum annað hita í vøllinum, og tað kann verða heilt kalt í Íslandi í oktober-desember.
Tað verður á heimavøllinum hjá júst Breiðablik, sum í løtuni er einasta íslendska felagið við royndum úr bólkaspæli, at Víkingur Reykjavík skal spæla sínar heimadystir. Hetta skriva íslendskir miðlar í dag.
Sum Morgunblaðið eisini nevnir, varð Tórsvøllur uppá tal, tí at eingin leikvøllur í Íslandi heilt kom undir krøvini við millum annað hita, áskoðaraumstøðum og ljósum.
Víkingur stríddist tó fyri at finna eina "íslandska loysn", so tað ikki varð neyðugt at hava Føroyar sum heimavøll. Tað eydnaðist, við at fáa dystirnar til Kópavág, sum er beint uttanfyri Reykjavík. Hetta ber til, tí at heimadystirnir hjá Víkingi móti Cercle Brügge, Borac Banja Luka og Djurgården nú eru ásettir seinnapart - meðan tað er ljóst. Ljósini í Kópavági eru ikki góðkend til slíkar evropeiskar dystir.
Heimadystir hjá Víkingi Reykjavík í Conference League-deildarspælinum (Mynd: Víkingur Reykjavík)
Harvið sleppur Gunnar Vatnhamar bert til Føroyar í landsliðsørindum seinni í heyst.
Víkingur Reykjavík, ið endaði ovast í íslendska grundspælinum, spælir sín fyrsta dyst í deildarpælinum 3. oktober. Hetta á Kýpros móti Omonia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald