Fótbóltur

Gunnar og Víkingur Reykjavík við góðari evropeiskari byrjan

Leirvíkingurin spældi 77 minuttir, tá Víkingur vann 1-0 í Kosovo.

Her sæst føroyski landsliðsmiðverjin til venjing undan einum play-off dysti í Conference League í fjør. Nú er liðið byrjað eina ferð aftur (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Her sæst føroyski landsliðsmiðverjin til venjing undan einum play-off dysti í Conference League í fjør. Nú er liðið byrjað eina ferð aftur (Mynd: Víkingur Reykjavík)

2025-07-11 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um eitt ógvuliga gott føroyskt kvøld í Conference League í gjár. NSÍ vann greitt á størsta finska felagnum HJK við flottum avriki í Klaksvík, og KÍ vann 2-1 í sterkum avriki í Finnlandi.

Tað hilnaðist eisini væl hjá tí føroyska útisetanum, sum spældi í 1. umfari í Conference League.

Í fjør vóru Gunnar Vatnhamar og Vìkingur Reykjavík í deildarspælinum í kappingini og síðani í play-off umfarinum. Fyrstu fetini móti møguliga at náa hesum aftur, vórðu tikin í Kosovo.

Víkingur var favorittur móti Malisheva, men tað er ikki bara sum at siga tað at vinna á útivølli á Balkan. Hetta megnaði ílsendska høvuðsstaðarfelagið. 

Gunnar Vatnhamar var við at halda málið reint - føroyski landsliðsspælarin spældi 77 minuttir í verjuni - og danin Nikolaj Hansen skoraði í yvirtíðini í 1. hálvleiki einsamalla málið í dystinum. Hetta var eftir upplegg frá Gylfa Sigurðsson.

Víkingur kann harvið gera arbeiðið liðugt á heimavølli hóskvøldið 17. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder