Onnur heiðurslønin, sum í kvøld var latin á Ítróttafagnaðinum, sum er við Løkin í kvøld, var ÍtróttaSÓLSTRÁLAN.
Ársins Sólstrála er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri, ið m.a stimbrar undir rørslu og ítróttagleði og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin.
Og tað blivu tær báðar Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø í Neistanum, sum fingu heiðurin.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Um tilnevningina verður soleiðis skrivað:
Gyða og Johanna eru liðfelagar og spæla hondbólt við gentum 14 ár í Neistanum.
Tær eru glaðar, tá tær koma í høllina, møta væl upp og skapa gott samanhald í hópinum. Serliga duga tær væl at taka ímóti yngru gentunum á liðnum og at fáa allar at kenna seg væl.
Seinastu tvey kappingarárini hava Gyða og Johanna, sum eru 13 ára gamlar, verið hjálparvenjarar hjá gentunum, sum nú eru 9-10 ár. Tað er eyðsýnt, at genturnar eru sera glaðar fyri sínar hjálparvenjarar, og tær tíma enn betur at venja, tá tær eru har. Gyða og Johanna duga væl at rósa gentunum og fáa tær at kenna seg væl.
Gyða og Johanna eru eisini skjótar at hjálpa, tá tørvur er fólki við dómaraborð, at døma ella at hjálpa í kantinuni. Altíð við einum smíli.
Samanumtikið eru Gyða og Johanna tvær sólstálur, sum eru fyrimyndir fyri okkum øll í felagskapinum – bæði yngru genturnar, liðfelagar sínar og ikki minst okkum vaksnu.
Fyri teirra jaliga hugburð og hjálpsemi verða Gyðja Djónadóttir og Johanna Østerø tilnevndar til ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald