Triðja uttandurakappingin innan gonguløg er hesa vikuna. Kappingin byrjaði í gjár við skeiðkapping sum gjørdist munandi meira spennandi enn væntað.
Undan skeiðkappingina í gjár var vænta at Gylling við Klæmint T. Myllhamar fór at vinna rímiliga greitt, Gylling hevur seinasti árini verið greitt skjótasta skeiðrossið í Føroyum, hon vann eisini kappingina, men tað var ikki uttan dyst. Rossini renna 100 mtr uppá tíð og sleppa at royna seg tvær ferð. Aftaná fyrstu royndina var Syrpa hjá Bárði Johannesen á odda við tíðini 9,77 sek.
Syrpa og Bárður kláraðu tó ikki at betra um tíðina í næstu royndin men tað gjørdi Gylling og Klæmint, tey bæði komu á mál við tíðini 9,50 sek og vunnu sostatt við 0,27 sek, skrivar Ríðisamband Føroya á heimasíðuni. So hóast tað reið um snarið, so megnaði Gylling at liva upp till leiklutin sum favorittur. Nummar trý gjørtdist Tyrla við Rógva S. Holm á baki. Tíðin hjá teimum var 11,49 sek.
Kappingin heldur fram í kvøld á breytini hjá Føroyskum íslendskum Rossafelag undir Kráarheyggi. Finalurnar vera eftir ætlan leygadagin kl 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald