Hondbóltur

H71 bíðar enn eftir svari frá EHF

Ukrainska liðið kom til Føroya í kvøld, og dysturin sunnukvøldið verður sum ætlað, men eingin avkláring er komin á, hvat hendir við fyrra dystinum, sum ikki er spældur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-19 00:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Greitt er, at heimadysturin hjá H71 í EHF Europa Cup-kappingini ímóti ukrainska HC Galychanka Lviv verður sunnukvøldið klokkan 20, sum ætlað, men enn er eingin avkláring komin á, hvat hendir við fyrra dystinum, ið enn ikki er spældur.

H71 skrivar á heimasíðuni, at síðani heimferðina úr Polandi hevur felagið áhaldandi roynt at funnið semju við ukrainska felagið um fyrra dystin, men uttan at nakað er komið burturúr, og heldur ikki røkist fyri nakrari semju millum feløgini.

– Vit kunnu ikki góðtaka, at vit einaferð aftrat skulu fara av landinum at spæla, sum hevur verið tað einasta, ukrainska liðið hevur spælt út við, sigur Anna Dam, forkvinna í H71, sum hevur verið í drúgvum samskifti við bæði HC Galychanka Lviv og við europeisku hondbóltssamgonguna, EHF.

– Tað, sum vit nú halda vera umráðandi, er at finna eina loysn á spurninginum um fyrra dystin, áðrenn seinni dysturin verður spældir í høllini á Hálsi sunnukvøldið. Vit hava skrivað til EHF og spurt, um ikki ein loysn kann finnast áðrenn tann dystin, men hava einki frætt aftur enn.

Tí verða allar kreftir lagdar í at fáa fyrireikingina til dystin sunnukvøldið so góða sum gjørligt. Ukrainska liðið er eftir eina drúgva ferð til Føroya um Istanbul og Kjøpinhavn, har steðgað hevur verið í tímavís í báðum støðum, komið til Føroya í kvøld.

– Hetta er fyrstu ferð, at vit í H71 luttaka í altjóða hondbóltskapping við okkara kvinnuliði og higartil eru vit stak væl nøgd við gongdina – sjálvandi burtursæð frá, at fyrri dysturin tíverri ikki varð spældur, orsakað av spentu støðuni í Ukraina, sigur Anna Dam við heimasíðuna hjá H71.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder