Hondbóltur

H71 knógvaði vestmenningum

Fyri sjeyndu ferð uppá átta ár skuli menninir úr Hoyvík spæla steypafinalu - síðstu tjúgu minuttirnir vóru teir greitt omaná.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-19 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða KÍF og H71 sum skulu steypafinalu hjá monnum leygarkvøldið. Hetta er endaliga greitt eftir seinnu hálvfinalurnar i kvøld.

Vestmenningar byrjaðu væl betri í Hoyvík í kvøld og var á odda við fýra málum, tá tíggju minuttir vóru spældir, og eisini eftir 16 minuttir. 

Síðani fór spælið hjá hoyvíkingum at koyra betri, og Pauli Jacobsen og verjan fingu tak á betri tak á vestmenningum - í steðginum var javnleikur.

Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so byrjaðo H71 at fara frá, og serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu var eyðsýndur í álopsspælinum. Hann skoraði samanlagt ellivu mál - sama tal sum Filip Jojic. 

Hjá Jojic og liðfeløgunum rak hetta tó ikki til finalupláss, tí heimaliðið hevði tak á støðuni     seinastu løtuna og spældi seg í sjeyndu steypafinaluna uppá átta ár. 

Menninir hjá H71 hava lyft steypið seinastu trý árini - og seks ferðir samanlagt - spurningurin er so, um tað eydnast aftur hesuferð

H71 - VÍF 32-27 (14-14) 
Toppskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu og Filip Jojic 11 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder