Í gjárkvøldið vórðu seinnu steypahálvfinalurnar hjá kvinnunum spældar, og sum væntað gjørdu H71 og Kyndil arbeiðið liðugt.
Gamaní tapti H71 fyri Neistanum á heimavølli, men í steðginum var tað +4 til heimaliðið, og hoyvíkskvinnur vunnu fyrru halvfinaluna við níggju málum, so tað var ongantíð nakar vandi á ferð.
Oddaliðið í SMS-deildini skal leygardagin royna at løna finaluósigurin frá í fjør aftur. Tá var Kyndil omaná, og tær grønkløddu úr Havn eru aftur í finaluni í ár.
Kyndil hevði vunnið fyrru hálvfinaluna í Klaksvík, við fýra málum, og Stjørnan var ongantíð nær við at gera tað heilt spennandi á Hálsi í gjár.
Kyndil legði grundarlagið við fýra-máls sigrinum í Klaksvík mikukvøldið (Mynd: EPA)
Í kvøld fæst greiða á, hvør hittist í mansfinaluni. Tað er púra javnt millum H71 og VÍF áðrenn seinnu hálvfinaluna í Hoyvík. StÍF hevur ein lítlan fyrimun áðrenn dystin í Kollafirði, sum byrjar klokkan 16.
Seinnu manshálvfinalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo fyri eitt gjald og hoyrast á FM1.
Portalurin verður eisini á staðnum við myndatólinum.
Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum
Kyndil - Stjørnan 23-20 (14-9) - Kyndil vann við samanlagt sjey málum
Sí dómaraseðil her
H71 - Neistin 28-29 (18-14) - H71 vann við samanlagt átta málum
Sí dómaraseðil her
Seinnu hálvfinalurnar hjá monnum
Í kvøld, sunnudagin 19. februar
16.00: KÍF - StÍF (27-29)
19.00: H71 - VÍF ( 22-22)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald